Sølufólk
Vilt tú vera við til at skapa framtíðina innan innflutning í Føroyum? So ert tú tann vit leita eftir! FarCargo sóknast eftir einum elduhugaðum og ágrýtnum sølufólki, sum skal menna og økja innflutningsmarknaðin saman við FarCargo toyminum.
Starvið
Talan er um eitt nýtt, spennandi og avbjóðandi starv, har tú fert at hava ein lyklaleiklut í at økja marknaðin hjá felagnum, serliga innflutningsmarknaðin. Leikluturin hjá tær verður at leggja grundarlag fyri søluarbeiðinum hjá felagnum.
Uppgávurnar fevna breitt, men tú fert serliga at arbeiða við:
Harumframt verða ymiskar aðrar fyrifallandi søluuppgávur.
Tú verður ein partur av toyminum hjá FarCargo við starvstaðið á Glyvrum.
Tú kemur at vísa til stjóran hjá FarCargo.
Vangamynd
Tað er ikki krav um ávísa útbúgving, men vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi royndir innan sølu og flutning. Tú dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum, skandinaviskum og enskum.
Tað er týdningarmikið, at tú ert álitsvekjandi og megnar at varðveita eitt gott samband við kundan. Somuleiðis vænta vit, at tú átekur tær uppgávur við sjálvbjargni.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meir at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Hanus Jacobsen, stjóra, á telefon 235006 ella við telduposti til hajc@bakkafrost.com
Umsókn
Søk starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri. Umsóknarfreistin er 26. Desember 2024. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Les meira um FarCargo her: https://www.farcargo.fo/