Starvslýsing stovnað
17-06-2024
Umsóknarfreist
07-07-2024

HR umsitari

Vit søkja eftir einum dugnaligum og nærløgdum starvsfelaga at arbeiða við HR uppgávum, greining og umsiting.

 

Um starvið

 

Starvið sum HR umsitari er júst nakað fyri teg, um tú trívist við bæði fyrisitingarligum og analytiskum uppgávum. Tú trívist við at arbeiða saman við nógvum fólki, og dámar at dagarnir eru ymiskir.

 

Vit eru ein altjóða fyritøka og arbeiða tvørtur um landamørk. Tískil er neyðugt, at tú hevur lætt við at samskifta á enskum - bæði í skrift og talu.

 

HR umsitarin er partur av lønartoyminum og vísir til lønarleiðaran. Tú fært ábyrgdina av ymiskum fyrisitingarligum og greinandi uppgávum í toyminum.

 

Uppgávurnar eru m.a.:

  • Lønarumsiting
  • Umsiting og skráseting í 360 journalskipan
  • Mín Rødd - trivnaðarkanning
  • Skeiðsumsiting
  • Umsiting og ráðgeving til starvsfólk í samband við partabrævaskipan
  • Greinari í verkætlanum
  • Alnýtari í okkara innanhýsis skipanum

 

Á deildini HR & Fyrisiting fært tú dugnaligar, stuttligar og eldhugaðar starvsfelagar, sum leggja nógva orku í at gera eitt gott arbeiði. Tú verður partur av einari deild, sum er samansett av trimum virkisumráðum: Lønartoymi, HR ráðgevaratoymi og Móttøkutoymi. Starvið sum HR umsitari er í lønartoyminum, men vit arbeiða eisini tvørtur um virkisumráðir.

 

Vit vilja sjálvandi gera okkara til, at tú fært eina góða byrjan í starvinum.

 

Starvsstaðurin er á Glyvrum og talan er um fulltíðarstarv.

 

Tín vangamynd

 

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving ella royndir.

 

Tú hevur góðar KT førleikar og lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir. Sum alnýtari hevur tú møguleika at seta tíni spor á arbeiði í okkara skipanum. Harumframt trívist tú við fyristingarligum rutinuuppgávum.

 

Tú ert fyrikomandi, jalig/ur og tænastusinnað/ur. Tú trívist á einari deild, har ferðin til tíðir er høg, og tú megnar at loysa nógvar uppgávur í senn.

 

Vit bjóða

 

Tú fært ein fjølbroyttan gerandisdag við spennandi og avbjóðandi uppgávum, sum menna teg bæði fakliga og persónliga.

 

Hjá Bakkafrost raðfesta vit eitt gott arbeiðsumhvørvi og starvsfólkatrivna. Vit ganga høgt uppí okkara arbeiði, men virða eisini, at tað er annað í lívinum enn arbeiði.

 

Vit bjóða góðar starvsfólkatryggingar og hava eina góða kantinu.

 

Løn og setanartreytir

 

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Starvsbyrjan er 1. september 2024.

 

Umsókn

 

Umsóknarfreistin er 7. juli 2024.

 

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Monu Langgaard, lønarleiðara, á tlf. 235610 ella við telduposti til mola@bakkafrost.com.

 

Um Bakkafrost

 

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.648 starvsfólk (ársverk).

www.bakkafrost.com

 


Søk starvið

Aftur til listan