Starvslýsing stovnað
24-04-2024
Umsóknarfreist
19-05-2024

Maskinfólk til lívfiskastøðina við Áir

Á lívfiskastøðini arbeiða vit við at menna og kynsbøta føroysku laksastammuna og framleiða rogn til smoltstøðirnar hjá Bakkafrost. Virksemið er á lívfiskastøðunum við Áir, í Skopun og á Húsum.

 

Arbeiðsøki

Sum maskinfólk fert tú at starvast saman við einum toymi av fiskarøktarum og lívfrøðingum, sum ganga høgt uppí kynsbótaarbeiði og virka fyri at framleiða fyrsta floks rogn. Somuleiðis kanna tey eisini mótstøðuførið hjá føroyska laksinum mótvegis ymiskum sjúkum.

Uppgávan hjá tær verður at tryggja rakstur av allari tekniskari útgerð, sum stuðlar upp undir eina effektiva framleiðslu og hevur avgerandi týdning fyri virksemið á lívfiskastøðini. Hetta verður í tøttum samstarvið við maskinmeistara, sum eisini starvast á lívfiskastøðini.

Uppgávurnar í starvinum eru :

  • Viðlíkahald av maskinum og tekniskum útbúnaði, herundir pumpur, motorar, o.a.
  • Arbeiða við Luft, Oxygen og UV-skipan
  • Skráseting og uppfylging í viðlíkahaldsskipan (OPUS)
  • Ymiskt fyrifallandi handverkaraarbeiði
  • Arbeiði við stýringum
  • Virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Arbeiðstaðurin er á lívfiskastøðini við Áirnar, men tú skalt vænta at arbeiða á lívfiskastøðini í Skopun og á Húsum av og á.

Talan er um fulltíðar starv, sum er 40 tímar um vikuna. Vanliga arbeiðstíðin er frá kl. 8 - 16, men tilkall aftaná vanliga arbeiðstíð kann koma fyri.

 

Tín vangamynd

Tú ert útlærd/ur maskinsmiður, eletrikkari, køliteknikari ella kølimontør. Tú trívist við at taka sjálvstøðugar avgerðir og arbeiða við tekniskum loysnum. Tú ert fleksibul og kanst traðka til um okkurt óvæntað kemur fyri eftir arbeiðstíð. Tú hevur koyrikort og kanst skifta ímillum arbeiði á tveimum lokatiónum.

 

Vit bjóða

Starvið sum maskinfólk er eitt avbjóðandi og mennandi starv. Vit leggja stóran dent á at hava eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi og bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

 

Meira at vita?

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rúna Olsen, alileiðara á landi, á tel. 23 51 25, t-post ruol@bakkafrost.com ella Jonhard Eysturskarð, leiðara á lívfiskastøðini, á tel. 23 58 28, t-post joey@bakkafrost.com. 

 

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Møguleiki er at byrja beinan vegin. Umsóknarfreistin er sunnukvøldið 19. maj 2024.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.


Søk starvið

Aftur til listan