Starvslýsing stovnað
29-12-2021
Umsóknarfreist
31-12-2029

Starvslæru

Skalt tú í starvslæru sum ein part av lesnaðinum? Ynskir tú at taka hana í Bakkafrost samtakinum? So kanst tú søkja her.

Vit hava hava fólk í starvslæru, sum hava lisið marknaðarføringsøkonom, verkfrøði, bioanalýtikara og annað. Vit taka fólk í starvslæru, tá ið tað ber til, og kann hetta geva eina góða læring sum part av útbúgvingini hjá tí lesandi.
Vit taka vanliga fólk inn í februar og august. Vanliga eru starvslærutíðinar millum 3 - 6 mánaðir.

Í umsóknini kanst tú vísa á:

- Hví tú vilt í starvslæru hjá Bakkafrost

- Hvat tú væntar at fáa burturúr starvslærutíðini

- Hvat Bakkafrost kann vænta at fáa burturúr

Tú kanst leggja nærri nágreining um evt. krøv frá skúlanum um starvslæruna við.


Søk starvið

Aftur til listan