Starvslýsing


Byrjunardagf.
06-10-2021
Endadagf.
25-10-2021

Stýrimaður til "Hans á Bakka"

Stýrimaður til ”Hans á Bakka”

Ert tú áhugað/ur í einum kjansi sum stýrimaður við brunnbátinum ”Hans á Bakka”, so ert tú kanska tann, vit leita eftir. Sum stýrimaður við ”Hans á Bakka” gerst tú partur av manningini á brunnbáti í einari spennandi vinnu, ið framleiðir matvørur úr føroyskum laksi – tann sunnasti og besti laksurin, sum marknaðurin hevur at bjóða.

 

”Hans á Bakka” er 75,8 m langur og 16 m breiður – til støddar 3.560 BT við eini framtøkumegi upp á 2.998kW. Báturin hevur brunnar, ið rúma 3.000 m³ og til ber at flyta 450 tons av livandi laksi.

 

Vit sóknast eftir einum stýrimanni við hesum førleikum:

·         Sjóvinnubræv sum skipsførari STCW-reg. II/2

·         Sjóvinnubræv sum radiopassari innan GOC/GMDSS

·         ECDIS & AIS

·         ARPA

·         Skeið í eldsløkking og sløkkileiðslu

·         Heilsuprógv & Trygdarskeið

·         Skeið í medisinskari 1. Hjálp

·         § 16-skeið í arbeiðsumhvørvi

·         SSO-skeið

 

Vangamynd

Tú hevur útbúgving og førleikar, umframt sjóvinnubræv, ið lýkur nevndu treytir. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til øll galdandi krøv í sambandi við rakstur av brunnbáti og royndir frá rakstri av brunnbáti.

 

Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Eisini leggur tú stóran dent á gott samskifti innanhýsis og uttanhýsis.

 

Vit bjóða

Talan er um áhugavert starv í eini fyritøku, sum er í støðugari menning. Vit kappast á altjóða marknaðum, har áhaldandi menning og innovatión eru lykilin til at standa seg í kappingini um kundarnar. Talan er um starv við stórum avbjóðingum og stórum denti á menning, uppfylging og effektivisering.

 

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu og galdandi kollektivum sáttmála. Vanliga mynstringartíðin er 3 vikur úti og 3 vikur heima.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarleiðara, á tel 23 50 50, ella við t-brævi til svkj@bakkafrost.com.

 

Umsókn

Søk starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri.

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er mánadagin 25. oktober 2021.

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum.

Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy, Suðuroy og í Skotlandi. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

www.bakkafrost.com

 


Søk starvið

Aftur til listan