Starvslýsing


Byrjunardagf.
03-09-2021
Endadagf.
27-09-2021

Vilt tú vera partur av toyminum, sum tryggjar djóravælferð hjá okkara laksi?

Ert tú útbúgvin lívfrøðingur, djóralækni ella fiskaheilsulívfrøðingur? Hevur tú áhuga í at arbeiða við aling, og brennur tú fyri at tryggja eina sunna og burðardygga framleiðslu, so ert tú kanska tann, vit leita eftir.

Sum partur av okkara lívfrøðiliga toymi fert tú at virka fyri, at Bakkafrost framhaldandi styrkir sína lívfrøðiligu støðu. Alivinnan er ein spennandi vinna har nógvar ymiskar og spennandi avbjóðingar stinga seg upp. Góðskudeildin er ein týdningarmikil partur í at tryggja áhaldandi vøkstur og støðugan rakstur.

Starvið

Á Góðskudeildini fært tú ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag. Tú verður partur av lívfrøðiliga toyminum og fert at hava ábyrgd av at fylgja heilsustøðuni hjá okkara laksi, fyribyrgja sjúku og áhaldandi menna viðurskifti viðvíkjandi fiskaheilsu- og vælferð.

Uppgávurnar í starvinum eru fjøltáttaðar og fevna millum annað um at:

·         Fremja heilsueftirlit á aliøkjum og flutningsførum og tryggja djóravælferð

·         Arbeiða við smittufyribyrging og menna mannagongdir viðvíkjandi fyribyrging og basan av lús

·         Fremja reinføriseftirlit á brunnbátum og arbeiðsbátum

·         Greina og ráðgeva í samtakinum

Hjá Bakkafrost seta vit okkum altíð framsøkin mál, og vit ynskja at ganga á odda og vera ein fyrimynd á øllum økjum, sum vit virka innan. Okkara mál er at vera leiðandi innan burðardygga laksaframleiðslu, herundir at vera fremst innan fiskaheilsu- og vælferð.

Um Góðskudeildina

Tú verður partur av Góðskudeildini, ið varðar av djóraheilsu og djóravælferð, matvørutrygd- og góðsku og umhvørvisviðurskiftum. Góðskudeildin samstarvar breitt við aðrar deildir í Bakkafrost samtakinum og miðar eftir at veita holla ráðgeving og dygdarloysnir til allar partar í samtakinum.

Tú fært góða upplæring og dugnaligir starvsfelagar í lívfrøðiliga toyminum eru altíð klárir at hjálpa til og veita ráðgeving, um tørvur er á tí. Í Góðskudeildini arbeiða vit miðvíst og virðismeta at arbeiða á einum høgum fakligum støði.

Starvsstaðurin er á Glyvrum, men tú fert at vera nógv úti á økjunum hjá Bakkafrost, ið eru kring alt landið.

Tín vangamynd

Sum persónur ert tú væl skipað/ur, virkisfús/ur og ábyrgdarfull/ur. Tú hevur góð samstarvsevni og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum.

Tað er eitt krav, at tú hevur koyrikort.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.

Vit bjóða

Hjá Bakkafrost raðfesta vit eitt gott arbeiðsumhvørvi og starvsfólkatrivnað. Í starvinum er stórur møguleiki fyri fakligari og persónligari menning. Harumframt kunnu vit bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir

Talan er um fulltíðarstarv, sum er 40 tímar um vikuna.

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Annu Johansen, deildarleiðara, á tel. 23 50 20, ella við telduposti til 
anjo@bakkafrost.com.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

Umsóknarfreist
Starvið verður sett sum skjótast. Umsóknarfreistin er 27. september 2021.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

www.bakkafrost.com

 


Søk starvið

Aftur til listan