Starvslýsing


Byrjunardagf.
09-07-2021
Endadagf.
02-08-2021

Formaður/kvinna til A13 Borðoyavík

Intern lýsing

Hevur tú royndir innan aling og ljóðar tað motiverandi at fáa fleiri avbjóðingar og størri ábyrgd? So ert tú kanska tann, sum vit leita eftir til starvið sum formaður/kvinna á A13 Borðoyavík.

Í fyrstu atløgu søkja vit innanhýsis í samtakinum, tí vit hava nógv dugnalig starvsfólk við hollari vitan og royndum innan aling. Spurningurin er um onkur tykkara eisini hevur áhuga í leiðslu. 

 

Um starvið

Sum formaður/kvinna á einum aliøki skalt tú tryggja optimalan rakstur av aliøkinum og leggja framleiðsluna til rættis á ein tryggan og burðardyggan hátt. Tú hevur ábyrgd av dagligu starvsfólkaleiðsluni og skalt skipa og leggja dagliga arbeiðið til rættis, herundir:

at  fylgja galdandi lóggávu, reglum og innanhýsis mannagongdum um fiskaheilsu- og vælferð, trygd, umhvørvi og hvílitíð

at  skráseta framleiðsludata í skipanir, so sum fishtalk og opus og skriva frágreiðingar 

at  tryggja optimala fóðring og at deyður fiskur verður tikin upp samb. galdandi mannagongdum

at  økið verður hildið reint og ruddiligt

at  nótaskift, tøkur og avlúsing verða útintar so væl og trygt sum gjørligt

at  samskipa vitjanir frá eftirlitsmyndugleikum, veitarum o.s.fr.

 

Tín vangamynd

Vit vænta, at tú dugir væl við fólki og brennur fyri at tryggja eina sunna og burðardygga framleiðslu.

Tú hevur hug og evnir til at vera leiðari á einum aliøki.

Tú ert væl skipað/ur og punktlig/ur og fylgir kravdum mannagongdum.

Tú hevur KT førleikar á brúkarastøði og dugir at loysa fyrisitingarligar uppgávur, so sum at søkja um flutningsloyvir, kvittera rokningar, avgreiða innkeyp og lønir.

 

Løn og setanartreytir

Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

 

Vit bjóða

Sum formaður/kvinna fært tú eitt mennandi starv við ábyrgd og fjølbroyttum uppgávum. 

Góða upplæring í mannagongdum og tað, ið starvið annars krevur.

Leiðslumenning

 

Meira at vita

Um tú ert áhugað/ur í at hoyra meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Jón Purkhús, alileiðara á tel. 23 50 51 ella við telduposti til jopu@bakkafrost.com

 

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

 

Umsóknarfreist

Starvið verður sett sum skjótast. Umsóknarfreistin er 2. august 2021.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

 

www.bakkafrost.com


Søk starvið

Aftur til listan