Starvslýsing


Byrjunardagf.
26-04-2021
Endadagf.
17-05-2021

KT trygdarserfrøðingur

Vegna økt virksemi søkir Bakkafrost eftir einum KT trygdarserfrøðingi, sum skal hava ábyrgd av at skipa KT trygdina í samtakinum.

 

Arbeiðsøki

Høvuðsuppgávan hjá KT trygdarserfrøðinginum verður at tryggja viðkvæmar upplýsingar hjá felagnum og menna og reka trygdarskipanir, sum felagið brúkar. Somuleiðis skal KT trygdarserfrøðingurin arbeiða við, hvussu felagið sum heild kann betra um KT trygdina.

 

Hartil fer KT trygdarserfrøðingurin at hava ábyrgd av fylgjandi:

·         Innanhýsis backup- og disaster recovery skipanum

·         Security Awareness

·         Menna infrastrukturin í samtakinum við hægstu standardum innan trygd

·         Ráðgeva leiðarum í samtakinum um KT trygd

 

Tín vangamynd

Vit vænta at tú hevur KT útbúgving ella drúgvar royndir innan KT økið. Umsøkjarar, sum ikki hava arbeitt beinleiðis við KT trygd, men kenna til KT trygd og hava stóran áhuga fyri at læra tað, sum krevst í starvinum, hava eisini ein møguleika.

Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. KT trygdarserfrøðingurin fer at veita ráðgeving innanhýsis í samtakinum, og tí leggja vit dent á góðar samskiftis førleikar bæði á føroyskum og enskum.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.

 

Vit bjóða

Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

 

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Starvið verður sett sum skjótast.

 

Meira at vita

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Kristian Eli Zachariasen, KT-leiðara, á tel. 23 50 70 ella við t-brævi til kez@bakkafrost.com

 

Umsókn

Tú søkir starvið umvegis leinkjuna niðanfyri.

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 17. mai 2021

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um okkum

Á KT deildini starvast 15 fólk, 9 í Føroyum og 6 í Skotlandi. Arbeiðsuppgávurnar eru sera fjølbroyttar. KT er partur av framleiðsluskipanum, fíggjarstýringsskipanum, sporførisskipanum, samskiftisskipanum, scadaskipanum, alarmskipanum, aliskipanum og øðrum skipanum. Uppgávan hjá KT-deildini er at menna og viðlíkahalda hesar skipanir. KT deildin varðar eisini av KT virkseminum hjá Bakkafrost í USA og Skotlandi.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

www.bakkafrost.com


Søk starvið

Aftur til listan