Starvslýsing


Byrjunardagf.
07-04-2021
Endadagf.
23-04-2021

Framleiðslusamskipari til kryvjivirkið á Glyvrum

Framleiðslusamskipari til kryvjivirkið á Glyvrum

Vilt tú vera við at tryggja eina smidliga framleiðslu á kryvjuvirkinum hjá Bakkafrost á Glyvrum? So er eitt spennandi starv sum framleiðslusamskipari leyst at søkja.

 

Arbeiðsøki

Framleiðslusamskiparin er bindilið millum sølu og framleiðslu. Høvuðsuppgávan er at samskipa og tryggja eina smidliga framleiðslu í mun til ordrar og vørulýsingar, soleiðis at kundin fær ta vøru, sum hann hevur umbiðið.

Umframt at samskipa framleiðsluna, fevnir starvið millum annað um hesar uppgávur:

·         Samskifta við allar viðkomandi partar, t.d. søludeild, brunnbátar, framleiðslutoymi o.o.

·         Tryggja eitt optimalt framleiðslurensl á virkinum.

·         Sniðgeva og gera etikettir.

·         Gera dagligar framleiðsluuppgerðir í samráð við virkisleiðsluna.

Talan er um skiftandi arbeiðstíðir, og tað hevur týdning, at umsøkjarar tola broytingar í bæði arbeiðstíð og -innihaldi.

 

Tín vangamynd

Vit leita eftir einum framleiðslusamskipara, sum er skipað/ur og ábyrgdarfull/ur, og sum megnar at samskifta greitt.
Rætti persónurin hevur hollar KT-førleikar og megnar at seta seg inn í ymsar KT-skipanir.
Viðkomandi útbúgving og royndir innan framleiðslu er ein fyrimunur.

Sum persónur ert tú framsøkin og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevni og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar.
Vit leggja stóran dent á gott samstarv, tí í gerandisdegnum kemur tú at samstarva við starvsfólk í ymiskum deildum.

 

Vit bjóða

Tú fært eitt spennandi og avbjóðandi starv, og tú gerst partur av einum vælvirkandi toymi, ið hvønn dag loysir týdningarmiklar uppgávur.

Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar og eina frálíka kantinu.

 

Løn og setanartreytir

Løn og treytir eftir nærri avtalu við virkisleiðsluna.

 

Umsókn

Starvið verður sett 1. juni 2021 og freistin at søkja er fríggjadagin 23. apríl 2021. Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Andrias Petersen, virkisleiðara, á fartlf. 23 51 20.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.


Søk starvið

Aftur til listan