Starvslýsing


Byrjunardagf.
31-03-2021
Endadagf.
19-04-2021

Fiskarøktari til smoltstøðina á Viðareiði

Fiskarøktari til smoltstøðina á Viðareiði

Vit søkja eftir einum dugnaligum fiskarøktara til smoltstøðina á Viðareiði. Talan er um eitt farloyvisstarv í eitt ár.

 

Sum Fiskarøktari hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi - tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða.

  

Arbeiðsøki 

Sum Fiskarøktari verða tínar høvuðsuppgávur hesar:

 

·        at røkta fiskin

·        at brúka ymiska tekniska útgerð

·        at stýra vatngóðskuni

·        at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

  

Sum fiskarøktari vísir tú til formannin á smoltstøðini. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.

  

Tín vangamynd 

Sum persónur er tú ágrýtin og álítandi, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar. Tú hevur áhuga í at arbeiða við djórum, og tú hevur telduførleikar á brúkarastøði.

 

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.

  

Vit bjóða 

Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og bjóða góðar starvsfólkatryggingar.

  

Løn og setanartreytir

Løn er sambært galdandi sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag fyri alivinnuna.

  

Meira at vita 

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sigurð Jacobsen, formann, á tel. 23 50 88 ella við t-brævi til sija@bakkafrost.com.

  

Umsókn 

Tú søkir starvið við at trýsta á “Søk starvið” á leinkjuni niðanfyri.  

 

Umsóknarfreistin 19. apríl 2021.

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

  

Um Bakkafrost 

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

 

 

 

www.bakkafrost.com

 


Søk starvið

Aftur til listan