Dámar tær at arbeiða við góðskutrygd og innaneftirliti? Og ljóðar tað spennandi at hava ábyrgd av at menna innaneftirlitsskipaninar á einari av okkara smoltstøðum? Vit leita eftir einum ágrýtnum starvsfelaga til at menna okkara smoltframleiðslu.
Arbeiðsøki
Smoltmennarin luttekur í dagliga arbeiðnum á smoltstøðini, men hevur serstaka ábyrgd fyri at menna mannagongdir og at vegleiða um innaneftirlit á smoltstøðini. Her ímillum at:
- menna innaneftirlitsskipanina og tryggja, at smoltstøðin lýkur krøvum frá myndugleikum og øðrum góðskustandardum.
- hava eftirlit við at sýni verða tikin í samband við koppseting
- hava útsetingareftirlit og taka góðskuroyndir áðrenn fiskur verður settur á sjógv
- hava eftirlit við, at vatnsýni verða tikin og tryggja at galdandi mannagongdir verða fylgdar.
Tín vangamynd
Tú hevur viðkomandi náttúruvísindaliga útbúgving, so sum lívfrøði á bachelor stigi ella hollar royndir innan aling. Tú hevur áhuga í at arbeiða við djórum. Tú tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt. Somuleiðis hevur tú góðar KT-førleikar og koyrikort.
Tú hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar og vilja til at samstarva við ymiskar starvsbólkar í Bakkafrost samtakinum. Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan aling
Vit bjóða
Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv.
Í fyrstu atløgu verður starvstaðurin á smoltstøðini á Viðareiði, men starvið verður flutt til aðra smoltstøð hjá Bakkafrost komandi ár.
Meir at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rúna Olsen, alileiðara, á tel. 23 51 25, teldupost ruol@bakkafrost.com ella Steffan Kalsø, lívfrøðing, á tel. 23 56 90, teldupost stka@bakkafrost.com
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á ”Søk starvið” niðanfyri.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 28. februar 2021
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.