Hevur tú hug at starvast sum fiskarøktari á heimsins størstu smoltstøð? So eru tvey spennandi størv á Smoltstøðini á Strond leys at søkja.
Sum fiskarøktari hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi - tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða.
Arbeiðsøki
Sum fiskarøktari verða tínar høvuðsuppgávur hesar:
- at røkta fiskin
- at brúka ymiska tekniska útgerð
- at stýra vatngóðskuni
- at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð
Sum fiskarøktari vísir tú til formannin á smoltstøðini. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.
Tín vangamynd
Sum persónur ert tú ágrýtin og álítandi, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar. Tú hevur áhuga fyri at arbeiða við djórum, og tú hevur telduførleikar á brúkarastøði.
Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.
Vit bjóða
Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.
Tú fert at hava tína dagligu gongd á nýgjørdu og snøggu smoltstøðini á Strond, ið er hin størsta í heiminum av sínum slag.
Løn og setanartreytir
Løn er sambært galdandi felags sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rógva Jacobsen, formann, á tel. 23 57 23, teldupost roja@bakkafrost.com.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á “Søk starvið” niðanfyri.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 25. januar 2021.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.