Starvslýsing


Byrjunardagf.
07-10-2020
Endadagf.
26-10-2020

STARVSFÓLK TIL ALING Á FUNNINGSFIRÐI

BAKKAFROST søkir

STARVSFÓLK TIL ALING Á FUNNINGSFIRÐI

 

Vegna økt virksemi søkja vit eftir alarum til aling á sjónum á Funningsfirði.

 

Arbeiðsøki

Sum alari verða tínar høvuðsuppgávur

  • at røkta fiskin
  • at passa fóðring
  • at gera dagligar viðlíkahaldsuppgávur, bæði á alibrúkinum og á landstøðini
  • at vera við til útseting og tøku
  • at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Sum alari vísir tú til formannin á alibrúkinum. 

 

Tín vangamynd

Sum persónur er tú røsk/raskur og álítandi, tekur við ábyrgd og megnar at arbeiða í einum toymi. Tú hevur áhuga í at arbeiða við djórum, og tú hevur telduførleikar á brúkarastøði. Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir á sjónum, og um tú hevur hesi skeiðini: Trygdarskeið, trukkskeið og kranaskeið.

 

Vit bjóða 

Sum alari hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

 

Løn og setanartreytir

Løn er samsvarandi galdandi sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Oddvald S. Olsen, alileiðara, á tel. 23 51 49 ella við telduposti til odos@bakkafrost.com.

 

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

Umsóknarfreistin er 26. oktober 2020.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

www.bakkafrost.com


Søk starvið

Aftur til listan