Starvslýsing stovnað
21-10-2026
Umsóknarfreist
15-11-2026

Dagligur leiðari til smiðjuna á Havsbrún

Dagligur leiðari til smiðjuna á Havsbrún

Vit søkja eftir einum ábyrgdarfullum og dugnaligum dagligum leiðara til smiðjuna á Havsbrún.

Á smiðjuni starvast 9 maskinfólk. Smiðjan hevur ábyrgd av viðlíkahaldi og umvælingum av framleiðslukervinum á Havsbrún.

 

Arbeiðsøki

Sum dagligur leiðari á smiðjuni verða tínar høvuðsuppgávur m.a. at:

·       leiða og samskipa dagliga arbeiðið í smiðjuni

·       tryggja góða arbeiðsgongd, trygd og trivnað á deildini

·       raðfesta arbeiðsuppgávur sambært framleiðslu- og trygdarkrøvum

 

Viðlíkahald er ein týðandi partur av arbeiðinum á smiðjuni. Sum dagligur leiðari hevur tú ábyrgd av mekaniskum viðlíkahaldi av framleiðslukervum og framleiðsluútgerð. Tú skalt eisini tryggja, at viðlíkahald verður framt sambært ásettum ætlanum, og at samskipa umvælingar við rakstrardeildirnar.

 

Tín vangamynd

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi tekniska útbúgving, so sum maskinsmiður, maskinistur ella maskinmeistari.

Harumframt vænta vit, at tú hevur hug og evni at mennast í leiðsluuppgávuni. Tú ert væl skipað/-ur, hevur góð samstarvsevnir og ert ábyrgdarfull/-ur. Sum leiðari hevur tú lætt við at síggja styrkirnar hjá starvsfólkunum og dugir at eggja teimum til at gera sítt besta.

Tú hevur KT-førleikar á brúkarastøði og kanst loysa fyrisitingarligar uppgávur, so sum at kvittera rokningar, at senda tímar til lønartoymið, o.s.fr.

 

Vit bjóða

Vit bjóða eitt spennandi starv við ábyrgd og fjølbroyttum uppgávum. Tú verður partur av einum góðum arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum.

Harumframt bjóða vit góðar starvsfólkatryggingar, bonusskipan, møguleika at luttaka í partabrævaskipan og eina góða kantinu, har møguleiki er at vera við í eini matarskipan.

 

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Yngva Lava Olsen, Tekniskur stjóri, á telduposti ylo@havsbrun.fo ella á telefon 225117. Tú kanst eisini seta teg í samband við Sigurd Poulsen, Tekniskur leiðari, á telduposti ssp@havsbrun.fo ella á telefon 222158.

 

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Umsóknarfreistin er 15. november 2026. 


Aftur til listan