Hevur tú áhugað fyri burðardygd og dámar tær at arbeiða við at greina og tryggja, at fyritøkur lúka ásett krøv? So er møguleikin her. Vit leita eftir einum ágrýtnum og dugnaligum barsilsavloysara fyri ein av okkara burðardygdargreinarum.
Arbeiðsuppgávur í stuttum
· Rapportera og samskifta við altjóða greiningarfeløg, umframt at greina úrslit frá teimum
· Vera partur av verkætlanum innan burðardygd
· Stuðla rapporteringsarbeiðinum í samsvari við EU-lógarásetingina, CSRD (Corporate Sustainability Reporting Directive)
· Savna, greina og skipa burðardygdarhagtøl
Lýsing av arbeiðinum
Burðardygdararbeiðið er sera týdningarmikið fyri Bakkafrost og eitt øki, sum okkara áhugapartar, kundar og íleggjarar leggja stóran dent á. Tískil er sera umráðandi, at vit geva eina neyva og rættvísandi mynd av okkara virksemi, okkara málum og støðugu menning innan burðardygd.
Tín høvuðsábyrgd verður at rapportera og samskifta við útlendsk greiningarfeløg, sum CDP, Coller FAIRR, Sustainalytics o.ø., sum meta um burðardygdararbeiðið hjá Bakkafrost og greina úrslitini frá hesum. Eisini fert tú at luttaka í ymsum verkætlanum innan burðardygd, sum hava til endamáls at minka mest møguligt um umhvørvisligu ávirkanina av okkara virksemi.
Harumframt verður tú við til at innsavna, greina og skipa burðardygdarhagtøl. Arbeiðið fevnir um at hjálpa til, serliga við dátuinnsavnan og orðateksti til árligu burðardygdarfrágreiðinga, við atliti til CSRD. Eisini at gera eftirmeting av dátugóðsku og tryggjan av, at allar upplýsingar eru nágreiniligar og gjøgnumskygdar.
Sum partur av burðardygdardeildini fært tú ein týðandi leiklut í okkara ESG-arbeiði og verður ein virkin partur í at tryggja, at fyritøkan livir upp til altjóða burðardygdarkrøv. Í starvinum fært tú ein sjálvstøðugan leiklut við stórari ábyrgd. Burðardygdardeildin hevur ábyrgd av burðardygdarøkinum fyri alt Bakkafrost samtakið, og vit hava eisini ein starvsfelaga í Skotlandi, sum tú dagligt kemur at samstarva við.
Tín vangamynd
· Vit ímynda okkum, at rætti umsøkjari hevur hægri akademiska útbúgving t.d. innan burðardygd, verkfrøði, umhvørvi, dátugreining, støddfrøði ella samsvarandi
· Er ábyrgdarfull/ur, væl skipað/ur og hevur góðar analytiskar førleikar
· Hevur stóran áhuga fyri ESG og burðardygd og dámar at arbeiða við einum fakøki í skjótari menning
· Vit vænta, at tú hevur áhuga í at seta teg inn í fjøltáttaðar uppgávur, standardir og arbeiðshættir.
· Førleikar innan greinan og skipan av dátum
· Starvið krevur góðar førleikar í enskum í skrift og talu
Um tær vantar onkrar royndir, men tú harafturímóti hevur eina stóra motivatión at menna teg innan hetta arbeiðsøkið, heita vit eisini á teg um at søkja starvið.
Vit bjóða tær
· Eitt spennandi og avbjóðandi starv í eini fyritøku, sum hevur framsøkin mál innan burðardygd
· Møguleika at hava ein týðandi leiklut í at fremja okkara burðardyggu visjónir
· Gott samstarv við eitt eldhugað og fakliga sterkt toymi
Tú fært ein spennandi gerandisdag við mongum ymiskum uppgávum og avbjóðingum, og góður møguleiki er fyri fakligari og persónligari menning í starvinum.
Hjá Bakkafrost raðfesta vit eitt gott arbeiðsumhvørvi og starvsfólkatrivnað, og vit bjóða góðar starvsfólkatryggingar.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt, tá rætt umsøkjarin er funnin.
Meir at vita
Um tú vilt hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tordis Poulsen, Stjóri fyri Burðardygd, á tel. 235640 ella við t-posti til torp@bakkafrost.com
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er tann 11. august 2026. Um tú hevur áhuga í at vera við til at menna okkara burðardygdararbeiði og skapa virði fyri bæði felagið og samfelagið, so send okkum tína umsókn við at trýsta á knøttin niðanfyri.