Arbeiðsøki
Vilt tú verða partur av einum stórum og fjølbroyttum arbeiðsplássi á Glyvrum, har vit hvønn dag arbeiða við føroyskari rávøru og framleiða hágóðsku laks til kundar í Føroyum og kring heimin?
Á Glyvrum hava vit bæði kryvjivirki (Harvest) og góðskingarvirki (VAP), umframt høvuðsskrivstovu hjá Bakkafrost. Umleið 450 starvsfólk hava sína dagligu gongd á økinum, og nú leita vit eftir fleiri góðum starvsfeløgum til framleiðsluna.
Sum arbeiðsfólk í framleiðsluni verður tú partur av dagliga arbeiðinum við at virka og góðska laks. Uppgávurnar kunnu millum annað fevna um:
· framleiðslu- og pakkiarbeiði
· arbeiði við góðsku og reinføri
· at fylgja mannagongdum og trygdarkrøvum
· aðrar uppgávur í framleiðsluni eftir tørvi
Arbeiðið fer fram í einum toymi, har vit hjálpa hvørjum øðrum og leggja dent á gott samstarv, trygd og góðsku.
Tín vangamynd
Vit leita eftir tær, sum hevur hug at taka lut í einum gerandisdegi, har arbeiðið kann vera bæði skiftandi og ferðmikið.
Vit vænta, at tú:
· ert ágrýtin, álítandi og møtir til tíðina
· hevur góðan hugburð og góð samstarvsevni
· tekur ábyrgd fyri tínum arbeiði og tínum arbeiðsplássi
· dugir at arbeiða eftir mannagongdum og taka ímóti vegleiðing
· trívist við at arbeiða saman við øðrum
Royndir frá framleiðslu eru ein fyrimunur, men tað týdningarmesta er, at tú hevur hug at læra og vilja at gera eitt gott arbeiði.
Tað er eitt krav, at tú kanst samskifta á føroyskum og/ella enskum og hevur galdandi uppihald í Føroyum. Umsøkjarar sum skulu hava arbeiðsloyvi fyri at kunna arbeiða í Føroyum verða ikki raðfestir í fyrstu atløgu.
Vit bjóða
Tú fært góða upplæring í arbeiðinum og verður partur av einum arbeiðsplássi við dugnaligum starvsfeløgum.
Vit bjóða tær:
· tímalønt starv sambært galdandi sáttmála
· góðar starvsfólkatryggingar
· góða kantinu og møguleika at vera við í matarskipan
· eitt arbeiðspláss, har trygd, trivnaður og góðska hava týdning
· møguleika at verða partur av eini fyritøku, sum skapar virði í føroyska samfelagnum
Bonusskipan
Góð úrslit verða skapað av starvsfólkunum. Tí hevur Bakkafrost eina bonusskipan, sum kann geva
starvsfólkum ein eyka ágóða, tá samtakið stendur seg væl.
Partabrævaskipan
Sum starvsfólk kanst tú eisini velja at gerast partaeigari í Bakkafrost. Gjøgnum okkara partabrævaskipan kanst tú keypa partabrøv við serligum ágóðum og somuleiðis ogna tær lut í fyritøkuni — eini fyritøku, tú ert við til at menna hvønn dag.
Løn og setanartreytir
Talan er um tímalønt starv.
Arbeitt verður í skiftisvaktum. Arbeiðstíðin er frá 08:00 – 16:00 og 16:00 – 24.00. Arbeitt verður, til fiskurin er liðugt virkaður.
Lønin er sambært galdandi sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Arbeiðsloyvi
Vit ynskja at seta starvsfólk skjótast til ber. Tí verða umsóknir frá umsøkjarum, sum kunnu byrja uttan arbeiðsloyvisviðgerð viðgjørdar fyrsti.
Hevur tú tørv á arbeiðsloyvi er tað fyrimunur, um tú ert búsitandi í Føroyum, av tí tað krevst minni viðgerðartíð.
Hevur tú tørv á arbeiðsloyvi, skal rein revsiváttan viðheftast, og nøktandi samskiftisførleikar á enskum skulu prógvast.
Søk starvið
Um hetta hevur tín áhuga, kanst tú senda eina umsókn umvegis leinkjuna niðanfyri.