Dekkari til Bakkanes
Hevur tú hug at arbeiða í einum góðum arbeiðsumhvørvi á sjónum? Vit søkja eftir einum dekkara til Bakkanes, sum siglir við smolti til okkara alibrúk í Skotlandi, umframt at gera aðrar tænastur í sambandi við alingina. Sum dekkari verður tú partur av dagliga arbeiðinum umborð og luttekur í teimum ymisku uppgávunum, sum hoyra til raksturin av skipinum.
Førleikar
Vangamynd
Tú ert nærlagdur/nærløgd og dugir at taka fatt. Tú ert opin fyri at læra og tekur ábyrgd. Royndir á sjónum kunnu vera ein fyrimunur, men ikki eitt krav – tú fært góða upplæring umborð.
Løn og setanartreytir
Arbeitt verður í tørnskipan 1:1, og útmynstringartíðarskeiðið er 5 vikur. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi felags sáttmála millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Sjómannadeild FF's.
Vit útvega arbeiðsloyvi í Skotlandi til tann, ið sett/ur verður. Tú mást verða tøk/ur at fáa hetta avgreitt beint aftaná setan.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Jonni D. Hansen, manningarleiðara, á tel 23 56 16, ella við t-brævi til jodh@bakkafrost.com.
Umsókn
Søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 4. mai 2026, men umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt sum tær koma inn. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Bakkanes
Bakkanes er eitt av 9 tænastuskipum hjá Bakkafrost, og siglur við smolti og veitir aðrar tænastur til alibrúkini Skotlandi. Manningin umborð telur 9 mans, harav 4 eru dekkarar. Eisini eru fýra enskir aspirantar umborð.