Starvslýsing stovnað
20-02-2026
Umsóknarfreist
31-03-2026

Bakkafrost søknast eftir arbeiðsfólki til kryvjivirkið á Glyvrum

Bakkafrost søknast eftir arbeiðsfólki til kryvjivirkið á Glyvrum

Arbeiðsøki

Kryvjivirkið á Glyvrum er ein liður í virkseminum hjá Bakkafrost, sum er at framleiða hágóðskulaks til kundar okkara. Á Glyvrum hava vit kryvjivirki (Harvest) og góðskingarvirki (VAP) umframt høvuðsskrivsstovu. Tað eru umleið 450 starvsfólk, sum hava sína dagligu gongd á Glyvrum.

Tín vangamynd

Vit søknast eftir ágrýtnum og jaligum starvsfeløgum við góðum samstarvsevnum.

Vit bjóða

Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og bjóða góðar starvsfólkatryggingar. Vit bjóða tær møguleikan at arbeiða á einum arbeiðsplássi við fittum og dugnaligum starvsfeløgum.

Løn og setanartreytir

Talan er um tímalønt starv. Arbeitt verður í skiftisvakt, frá 07.00-15.00 og frá 15.00 til 23.00. Vit arbeiða inntil fiskurin er liðugt virkaður. 

Lønin er sambært galdandi sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag. Vit hava góða kantinu, og møguleiki er at vera við í eini matarskipan. 

Tað er eitt krav, at tú kann samskifta á føroyskum og/ella enskum.

Arbeiðsloyvi

Um tú ert útlendingur og hevur tørv á arbeiðsloyvi, skal rein revsiváttan viðleggjast. Nøktandi samskiftisførleikar á enskum skulu prógvast.

Søk starvið

Um hetta hevur tín áhuga, kanst tú senda eina umsókn umvegis leinkjuna niðanfyri.


Aftur til listan