Vit søkja eftir motorkønum dekkara til Bakkafoss. Bakkafossur er okkara nýggjasti brunnbátur, er 8.272 BT og framtøkumegin er 4.000 KW. Sum motorkønur dekkari arbeiðir tú partvís í maskinrúminum saman við maskinmeistarunum, og partvís saman við hinum fýra dekkarunum. Arbeitt verður í tørnskipan 1:1 og útmynstringartíðarskeiðið er 3 vikur.
Tín vangamynd
Tú hevur góð samstarvsevni og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Tú ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Tú hevur royndir við at passa og viðlíkahalda maskinarí. Útbúgving innan økið kann vera ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Førleikar
· Royndir við at passa og viðlíkahalda maskinarí
· Heilsuprógv
· Trygdarskeið
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært felags sáttmála millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Sjómannadeild FF's.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarstjóra (tlf. 235050, teldupostur svkj@bakkafrost.com), ella til Jonni D. Hansen, Crew Manager (tlf. 235616, teldupostur jodh@bakkafrost.com).
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 19. januar 2026. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi bæði í Streymoy og Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey.
Samanlagt hevur samtakið umleið 1.570 starvsfólk (ársverk).