Starvslýsing stovnað
05-12-2025
Umsóknarfreist
14-12-2025

Fiskarøktari til lívfiskastøðina á Húsum

Hevur tú áhuga fyri djórum og kundi tú hugsað tær eitt starv, har tú røktar fisk? So ert tú kanska tann, sum vit leita eftir til lívfiskastøðina á Húsum.

Sum fiskarøktari eru uppgávurnar:

·       at røkta fisk

·       at brúka ymiska tekniska útgerð

·       at stýra vatngóðsku

·       at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Talan er um fulltíðar starv, har tú verður partur av okkara vaktarskipan.

 

Tín vangamynd

Sum persónur er tú ágrýtin, álítandi og tekur við ábyrgd. Tær dámar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Tú hevur telduførleikar á brúkarastøði. Royndir innan aling er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, tí tú fært góða upplæring frá okkum.

 

Vit bjóða 

Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og bjóða góðar starvsfólkatryggingar.

 

Løn og setanartreytir

Løn er sambært galdandi sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri alivinnuna.

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 14. Desember 2025, og tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

 

Meir at vita

 

Um tú vilt vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Fríðu Isaksen, forkvinnu á tel. 23 50 85 ella á t-posti fris@bakkafrost.com


Aftur til listan