Arbeiðsøki
Avskiping á Glyvrum er ein liður í virkseminum hjá Bakkafrost, sum er at framleiða hágóðskulaks til kundar okkara. Á Glyvrum hava vit kryvjivirki (Harvest) og góðskingarvirki (VAP) umframt høvuðsskrivsstovu. Tað eru umleið 450 starvsfólk, sum hava sína dagligu gongd á Glyvrum..
Tín vangamynd
Vit søknast eftir ágrýtnum og jaligum starvsfeløgum við góðum samstarvsevnum. Tað er krav, at tú hevur trukk koyrikort.
Vit bjóða
Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og bjóða góðar starvsfólkatryggingar. Vit bjóða tær møguleikan at arbeiða á einum arbeiðsplássi við fittum og dugnaligum starvsfeløgum.
Løn og setanartreytir
Talan er um tímalønt starv. Arbeitt verður flestu dagar, og dagarnir kunnu verða longri enn 8 tímar. Byrjað verður tíðliga, og vit arbeiða inntil fiskurin er liðugt virkaður.
Lønin er sambært galdandi sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag. Vit hava kantinu, og møguleiki er at vera við í eini matarskipan
Meira at vita
Vit ynskja at seta fólk í starvið sum skjótast. Tískil verða umsóknir viðgjørdar leypandi, so hvørt tær koma inn. Umsóknarfreistin er 01. Januar 2026. Um hetta hevur tín áhuga, kanst tú senda eina umsókn umvegis leinkjuna niðanfyri.