Starvslýsing


Byrjunardagf.
12-02-2020
Endadagf.
02-03-2020

Bakkafrost søkir eftir OT-tøkningi

Bakkafrost søkir eftir starvsfólki til rakstrartøkni (Operation Technology) á KT-deildini

Vit søkja eftir OT-tøkningi til toymi, ið hevur antennu- og kameraskipanir á alibrúkum um hendi. Talan er um alibrúk í Føroyum og í Skotlandi. Sum starvsfólk á KT-deildini fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í eini fyritøku í støðugari menning.

Arbeiðsøki

Sum OT-tøkningur ert tú partur av KT-deildini og hevur ábyrgd av menning, viðlíkahaldi og support av rakstrartøkni á alibrúkum, m.a.:

  • Tráðleysum samskiftisskipanum

  • Kameraskipanum

  • Verkætlanum

OT-tøkningurin vísir til KT-leiðaran.

Tín vangamynd

Vit vænta at tú hevur kunnleika til tráðleysar samskiftisskipanir, eitt nú Ubiquity, og til kameraskipanir, eitt nú Milestone. Eisini er gott, um tú hevur kunnleika til KT og netverk, men hetta er tó ikki eitt krav. Viðkomandi útbúgving er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Tú ert eitt nú radiomekanikari, elektronikkmekanikari, elektrikari ella hevur útbúgving innan KT.

Vit vænta, at tú hevur koyrikort og dugir væl at orða teg á føroyskum, donskum og enskum, bæði í skrift og talu og ert handalig/ur.

Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Eisini leggur tú stóran dent á gott samskifti innanhýsis og uttanhýsis. Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.

Vit bjóða

Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Starvið verður sett sum skjótast.

Meira at vita

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Kristian Eli Zachariasen, KT-leiðara, á tel. 23 50 70 ella við t-brævi til kez@bakkafrost.com.

Umsókn

Tú søkir starvið umvegis leinkjuna niðanfyri.

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 2. mars 2020.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um okkum

Tað starvast 6 fólk á KT-deildini og arbeiðsuppgávurnar eru sera fjølbroyttar. KT er í dag partur av framleiðsluskipanum, fíggjarstýringsskipanum, sporførisskipanum, samskiftisskipanum, scadaskipanum, alarmskipanum, aliskipanum og øðrum skipanum. Uppgávan hjá KT-deildini er at menna og viðlíkahalda hesar skipanir.

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

www.bakkafrost.com


Søk starvið

Aftur til listan