Business Controllari við arbeiðsstaði í Munkebo, Danmark
Hevur tú góð evni at greina og áhuga fyri fíggjarstýring? Kundi tú hugsað tær at arbeitt í einari altjóða fyritøku við virksemi í Føroyum, Skotlandi, Danmark, Fraklandi og USA? Vit søkja nú ein ágrýtnan Business Controllara, ið kann virka sum sambindingarlið millum okkara virksemi í Munkebo í Danmark og samtaksfelagið í Føroyum.
Starvið
Tú gerst partur av okkara fíggjardeild við høvuðsstaðseting í Munkebo (umleið 80% av tíðini) og í Føroyum á høvuðsskrivsstovuni hjá Bakkafrost (umleið 20% av tíðini). Vit kunnu vísa nakað av fleksibiliteti í mun til býtið, men tað er neyðugt, at tú regluliga ert bæði støð. Tú vísir beinleiðis til fíggjarstjóran og fert at arbeiða tætt saman við danska og føroyska partinum av samtakinum. Á fíggjardeildini leggja vit dent á høga fakligheit, gott samstarv og eitt jaligt arbeiðsumhvørvi, har vit stuðla hvørjum øðrum at røkka okkara felags málum.
Á virkinum í Munkebo framleiða vit ymiskar niðursjóðaðar laksa- og sjógætisvørur. Har starvast um 65 starvsfólk. Seinastu árini eru nógvar av umsitingarligu uppgávunum fluttar til Føroyar, og tá er týdningarmikið at hava sterk bindilið millum londini. Tað er har tú kemur inn í myndina.
Uppgávur
Starvið er fjølbroytt og avbjóðandi við góðum møguleikum fyri bæði fakligari og persónligari menning. Sum Business Controllari fært tú sjálvstøðuga ábyrgd fyri eini røð av týðandi uppgávum innan fíggjarstýring.
Tínar høvuðsuppgávur fara millum annað at vera:
Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi fíggjarliga útbúgving sum t.d. cand.merc., HD(R) ella líknandi. Tú kanst vera nýútbúgvin, men tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir innan:
Tað er eisini ein fyrimunur, um tú hevur royndir við IFRS-roknskapi, umframt góðan kunnleika til danska roknskaparlóg og -praksis.
Tú hevur góðar KT-førleikar og hollar royndir við Excel. Royndir við fíggjarskipanum sum Navision ella líknandi ERP-skipanum er fyrimunur, eins og kunnleiki til Power BI.
Sum persónur ert tú skipað/ur, analytisk/ur og nágreinilig/ur. Tú arbeiðir á ein greidligan men diplomatiskan hátt, og tú dugir at byggja góðar relatiónir. Tú ert sterk/ur og kanst handfara mótstøðu, tá ið tú skalt seta í verk nýggjar mannagongdir.
Tað er týdningarmikið, at tíni virði samsvara okkara grundleggjandi virkisvirðum um at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða ásett eftir royndum og førleikum.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri. Umsóknarfreistin er 17. august 2025.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Høgna Dahl Jakobsen, Fíggjarsjóra, á +298 235060 ella t-post hodj@bakkafrost.com
Um okkum
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Harumframt hevur Bakkafrost virksemi í Skotlandi, USA, Danmark og Fraklandi.