Starvslýsing stovnað
23-07-2025
Umsóknarfreist
17-08-2025

Business Intelligence Serfrøðingur

Business Intelligence Serfrøðingur

Vilt tú gerast partur av okkara Business Intelligence toymi? Vit hava eitt spennandi starv leyst at søkja á Bakkafrost.

Uppgávur

Tú verður partur av fíggjardeildini og kemur at arbeiða í einum tvørgangandi toymi, ið arbeiðir við kunningardátugrunnum og Power BI fyri alt samtakið. Tú kemur at arbeiða tætt saman við starvsfelagum á deildini og eisini saman við øðrum deildum í samtakinum, bæði í Føroyum og uttanlands. At byrja við verður tað tín høvuðsábyrgd at menna rapportir og stýringsamboð til okkara virksemi á Havsbrún, og harvið tryggja, at vit gagnnýta allar okkara dátur og umseta tær til vitan og grundarlag fyri framtíðar avgerðum.

Uppgávurnar verða m.a.:

  • Menna eitt kunningardátumodell fyri Havsbrún, ið verður sameint við kunningardátu modellið fyri alt samtakið
  • Menna PowerBI rapportir og kunningarbretti (dashboards)
  • Leggja fram úrslit og framleiða kunningartilfar
  • Ráðgeva um dátuinnsavnan og miðlan til ymsar áhugabólkar við teirri vitan, ið fæst burtur úr hesum dátugrundalagi
  • Taka lut í víðari menning innan Business Intelligence og vitlíki í samtakinum 

Tú kemur at vísa til fíggjarstjóran.

Vangamynd

Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi royndir at arbeiða við business intelligence, dátagrunnum, hagtølum og at framleiða leiðslufrásagnir. Tú hevur sera góðan KT førleika, men tað er eins týdningarmikið, at tú hevur gott skil fyri handilsvirksemi og búskapi. Tú ert forvitin, hevur eitt gott greinandi sinni og dugir eins væl at skilja smálutirnar sum teir stóru samanhangirnar. Tað er avgerandi, at tú megnar at samanseta dátur til vitan, ið er løtt at miðla og skilja. Vit vænta okkum ein starvsfelaga, sum er:

  • Sjálvstøðug/ur – tú hevur eina „drívmegi“ og megnar at standa á odda
  • Verkætlanarsinnaður – tú megnar at leggja eina ætlan, arbeiða eftir henni og at avgreiða hana

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost. Vit eru errin av okkara uppruna, vit eru íðin og vísa virðing.

Tín fakliga bakgrund kundi til dømis verið cand.merc.dat ella cand.merc.it ella onnur útbúgving, ið fevnir um KT og virkisbúskap. Tað týdningarmesta er tó, at tú hevur ítøkiligar royndir innan økið og ein brennandi hug at menna hesar í hesum starvinum. Um tær vantar onkrar royndir, men tú hevur ein brennandi áhuga at menna teg innan hetta arbeiðsøkið, heita vit eisini á teg um at søkja starvið.

Vit bjóða

Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini framtakshugaðari fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri. Umsóknarfreistin er 17. august 2025.

Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Høgna Dahl Jakobsen, fíggjarstjóra, á tlf. 23 50 60 ella teldupost hodj@bakkafrost.com.

 

Um okkum

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Harumframt hevur Bakkafrost stórt virksemi í Skotlandi og USA.


Aftur til listan