Vit leita eftir einum dugnaligum KT-supportara
Hevur tú áhuga fyri KT og at veita support og trívist tú við at arbeiða í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi millum nógv fólk? So kann hetta vera rætta starvið fyri teg!
Tínar uppgávur
Sum KT-supportari verður tú partur av dagliga rakstrinum í fyritøkuni, og fert m.a. at hava ábyrgd av at
· veita support til brúkarar í samtakinum
· seta upp, klárgera og viðlíkahalda brúkarar, teldur, prentarar, telefonir o.l.
· dagføra KT-eindir, stýriskipanir og forrit
· umsita KT-infrastrukturin í samtakinum
· luttaka í dagliga KT-rakstrinum í samtakinum saman við øðrum á KT-deildini
· loysa aðrar uppgávur, sum hoyra til økið
KT-deildin
Arbeiðsuppgávurnar á KT-deildini eru sera fjølbroyttar. KT er partur av framleiðsluskipanum, fíggjarstýringsskipanum, sporførisskipanum, samskiftisskipanum, Scadaskipanum, alarmskipanum, aliskipanum og øðrum skipanum. Uppgávan hjá KT-deildini er at menna og viðlíkahalda hesar skipanir.
KT-deildin í Føroyum varðar av KT-virkseminum hjá Bakkafrost í USA, Skotlandi, Danmark og Fraklandi. Vit eru 18 fólk á deildini, og av teimum hava tólv starvsstað í Føroyum og seks í Skotlandi.
Tín vangamynd
Vit ímynda okkum at tann rætti umsøkjarin hevur viðkomandi royndir innan KT-økið, og hevur lætt við at seta seg inn í skipanirnar, sum vit brúka. Viðkomandi útbúgving kann vera ein fyrimunur, men drúgvar viðkomandi royndir kunnu viga upp ímóti eini formellari útbúgving. Tað er umráðandi, at tú ert fyrikomandi, sjálvstøðug/ur og tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum og enskum. Hartil skalt tú hava koyrikort og kunna ferðast til Skotlands, Danmarkar, Fraklands ella USA í arbeiðsørindum av og á.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Starvið verður sett sum skjótast, og starvsbyrjan er 1. september 2025 ella sjótast til ber.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri. Umsóknarfreistin er sunnudagin 17. august 2025. Vit miða eftir at hava setanarsamrøður í viku 34 og 35.
Um tú hevur spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kristian Eli Zachariasen, KT-leiðara á tlf. 23 50 70, ella við telduposti til kez@bakkafrost.com
Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.600 starvsfólk (ársverk).