Starvslýsing


Byrjunardagf.
05-02-2020
Endadagf.
25-02-2020

Bakkafrost søkir eftir formanni/forkvinnu til alibrúkið á Fuglafirði

BAKKAFROST SØKIR EFTIR FORMANNI/FORKVINNU TIL ALIBRÚKIÐ Á FUGLAFIRÐI 

Vit søkja eftir formanni/forkvinnu til alibrúk okkara á Fuglafirði.  

Sum aliformaður/aliforkvinna fært tú eitt fjøllbroytt og avbjóðandi starv í eini fyritøku í støðugari menning.  

Arbeiðsøki: 

kemur at starvast sum formaður/forkvinna fyri eitt toymi, ið virkar fyri at ala fyrstafloks laks til kundar okkara. Tú kemur í samráð við alileiðaran at hava dagligu leiðsluna og ábyrgdina fyri alingini á Fuglafirði.  

Tín vangamynd 

Vit vænta at tú ert raskur/røsk og álítandi, og at tú brennur fyri at tryggja eina sunna og burðardygga framleiðslu í eini fyritøku í heimsflokki. Tú ert væl skipað/ur og ert punktlig/ur í mun til kravdar mannagongdir. Tú hevur KT-førleikar á brúkarastøði. 

Tað er ein fyrimunur við royndum innan aling ella frá øðrum starvi á sjónum. Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin. 

Løn og setanartreytir
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. 

Vit bjóða 

Sum formaður/forkvinna fært tú eitt áhugavert og mennandi starv við fjølbroyttum uppgávum. 

Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar. 

Vit geva tær neyðuga upplæring í mannagongdum og tað, ið starvið annars krevur. 

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Oddvald S. Olsen, alileiðara, á tel. 23 51 49 ella við telduposti til
odos@bakkafrost.com

Umsókn
Tú søkir starvið umvegis leinkjuna niðanfyri. 

Umsóknarfreist
Starvið verður sett sum skjótast. Umsóknarfreistin er 25. februar. 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. 

Um Bakkafrost 

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. 

www.bakkafrost.com

 


Søk starvið

Aftur til listan