Starvslýsing stovnað
10-04-2025
Umsóknarfreist
01-05-2025

Maskinfólk til smoltstøðina á Húsum

Hevur tú maskintekniskar førleikar, og ljóðar tað spennandi at hava ábyrgd av tekniskum útbúnaði, sum tryggjar djóravælferðina hjá fiskinum á smoltstøðini? So ert tú kanska tann, sum vit sóknast eftir til starvið sum maskinfólk á smoltstøðini á Húsum.

 

Høvuðsuppgávur:

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um

-  Viðlíkahald av maskinum og tekniskum útbúnaði, herundir pumpur, motorar o.a.

-  Arbeiði við Luft, Oxygen og UV-skipan

-  Skráseting og uppfylging í viðlíkahaldsskipan

-  Ymiskt fyrifallandi handverkaraarbeiði

-  Røkt av fiski

 

Talan er um fulltíðar starv. Aftaná eitt tíðarskeið við upplæring verður tú partur av vaktarskipan, har tú arbeiðir gerandisdagar fyrstu vikuna, vaktarviku við tilkalli næstu vikuna og triðju vikuna hevur tú frí. Um tú ikki hevur bústað á oynni, ber tað til at gista á støðini, tá tú hevur vakt.

 

Tín vangamynd

Vit ímynda okkum at rætti umsøkjarin hevur maskintekniska útbúgving so sum elektrikari, smiðjur, maskinistur ella líknandi. Førleikar innan el er ein fyrimunur. Fyri at eydnast í starvinum er tað týdningarmikið, at tú trívist við ábyrgd og klárar at taka sjálvstøðugar avgerðir, tí tú kemur at vera einsamøll/einsamallur á støðini, tá tú gongur vakt. 

 

Vit bjóða

Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

 

Løn og setanartreytir

Lønin er samsvarandi sáttmála við viðkomandi yrkisfelag.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Fríðu Isaksen, forkvinnu, á tel. 23 50 85, ella við Rúna Olsen, leiðara fyri aling á landi, á tel. 23 51 25.

 

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á “Søk starvið” niðanfyri.

Umsóknarfreistin er 1. mai 2025.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Staðseting

Smoltstøðin á Húsum er staðsett í Knúksdali millum Húsar og Syðradal á Kalsoynni. Á smoltstøðini starvast fiskarøktarar og maskinfólk. Ferjusambandið úr Klaksvík til Syðradals er gott, og smoltstøðin liggur ein góðan kilometur frá ferjuleguni á Syðradali.

 

 

Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, lívfiski, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu og flutning. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoynni, Sandoynni og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki í Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.778 starvsfólk (ársverk).


Aftur til listan