Starvslýsing stovnað
24-04-2025
Umsóknarfreist
18-05-2025

Maskinmeistari til smoltstøðina í Skálavík

Maskinmeistari til smoltstøðina í Skálavík

Eitt nýtt og spennandi starv á smoltstøðini í Skálavík er leyst at søkja.

Bakkafrost byggir smoltstøð í Skálavík, sum væntandi verður klár at framleiða í seinnu helvt av 2026. Tá arbeiðið er liðugt, verður smoltstøðin 28.600 rúmmetrar og væntast at hava eina árliga framleiðslu á 6,5 milliónir smolt.

 

Um starvið                                                 

Ímeðan smoltstøðin er í gerð, fer maskinmeistarin at hava eftirlit við byggingini.

Tá smoltstøðin verður tikin í brúk, verður uppgávan at tryggja rakstur av tekniskari útgerð. Hetta er ein týðandi liður í at tryggja djóravælferðina hjá fiskinum, soleiðis at vit kunnu ala fyrstafloks laksasmolt. 

Arbeiðið inniber m.a. hesar uppgávur:

  • Viðlíkahald av maskinum og tekniskum útbúnaði, herundir pumpur, motorar, o.a.
  • Arbeiða við Luft-, Oxygen- og UV-skipan
  • Skráseting og uppfylging í viðlíkahaldsskipan (OPUS)
  • Ymiskt fyrifallandi handverkaraarbeiði
  • Virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Tá smoltstøðin verður tikin í brúk, fer eitt tekniskt toymi at arbeiða í vaktarskipan, sum inniber, at maskinfólkini hava tilkallivakt eina viku um mánaðin og síðan eina fríviku. Tí er ynskiligt at maskinmeistarin kann koma á smoltstøðina innanfyri 30 minuttir, tá viðkomandi hevur vakt.

 

Tín vangamynd

Vit ímynda okkum, at rætti umsøkjarin:

·         er útbúgvin maskinmeistari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving

·         hevur koyrikort til persónbil

·         hevur royndir innan vanligt maskinarbeiði, so sum eftirlit, viðlíkahald og umvæling

·         er ágrýtin og trívist við at hava sjálvstøðuga ábyrgd

 

Meir at vita

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Boga Kallsberg, formann, á tel. 235737 ella við t-posti til boka@bakkafrost.com

 

Hug at søkja?

Um tú hevur áhuga í at vera partur av einum arbeiði, sum skapar virði fyri bæði felagið og samfelagið, so send okkum tína umsókn við at trýsta á knøttin niðanfyri.

Umsóknarfreistin er tann 18. mai 2025.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Bakkafrost  hevur lívfiskastøðir í Skopun, við Áir og á Húsum. Á lívfiskastøðunum menna og kynsbøta vit føroysku laksastammuna og framleiða rogn til smoltstøðirnar. Á smoltstøðunum framleiða vit laksasmolt frá rogni til fiskurin er klárur at koyra út á sjógv. Smoltstøðirnar eru á Viðareiði, Norðtoftum, Glyvradali og við Strond og Gjógv. Smoltstøðin í Skálavík er sætta smoltstøðin hjá Bakkafrost í Føroyum. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Grimsby,  Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið umleið 1.570 starvsfólk (ársverk).


Aftur til listan