Starvslýsing stovnað
11-10-2024
Umsóknarfreist
01-11-2024

Tekniskur varaleiðari til framleiðsluvirkið á Glyvrum

Tekniskur varaleiðari til framleiðsluvirkið á Glyvrum 

 

Kundi tú hugsað tær ein spennandi gerandisdag við nógvum ymiskum avbjóðingum í einum dynamiskum arbeiðsumhvørvi? So er starvið sum tekniskur varaleiðari til framleiðsluvirkið á Glyvrum nakað fyri teg. 

Starvið 

Sum tekniskur varaleiðari á framleiðsluvirkinum verður tín fremsta uppgáva saman við tekniska leiðaranum at skipa arbeiðið hjá maskinfólkunum og saman við teimum loysa tøkniligar avbjóðingar, umframt hava ábyrgd av viðlíkahaldi av framleiðslumaskinum til tess at tryggja eitt optimalt framleiðslurensl.  

Ítøkiliga er talan um fylgjandi uppgávur: 

  • Eftirlit og skipan av umvælingararbeiði og umstillingum av maskinum 

  • At luttaka í tekniskum verkætlanum í sambandi við út- og umbyggingar 

  • Aðrar uppgávur í samráð við tekniska leiðaran


Talan er um fast starv, og starvsstaðurin er á Glyvrum.
Arbeitt verður í vanligari dagtíð, men yvirtíð og skeivar tíðir mugu væntast. Tekniskur varaleiðari er eisini partur av vaktarskipan.
 

Tín vangamynd 

Tú hevur viðkomandi útbúgving, sum t.d. verkfrøðingur ella maskinmeistari.

Sum persónur ert tú væl skipaður og virkisfúsur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar, og tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin. 

Vit bjóða 

Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar og eina frálíka kantinu. 

Løn og setanartreytir 

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. 

Meira at vita 

Vilt vita meira um starvið, ert vælkomin at seta teg í samband við Brian Højgaard, tekniskan leiðara, á tlf. 23 52 20 ella við telduposti til brho@bakkafrost.com ella Andrias Petersen, Rakstrarstjóra í Kryvjing á tlf. 23 51 20 ella við telduposti til anpe@bakkafrost.com

 

Umsókn 

søkir starvið umvegis leinkjuna niðanfyri. 

Umsóknarfreistin 

Umsóknarfreistin er 01. november 2024. 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. 

Um Bakkafrost 

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum í Føroyum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.


Søk starvið

Aftur til listan