Starvslýsing stovnað
10-10-2024
Umsóknarfreist
24-10-2024

Stýrimaður til FarCargo

Føroyska flogfelagið FarCargo er farið í holt við nýskapandi farmaflúgving úr Føroyum, og vit hava tørv á einum stýrimanni (m/k) til okkara Boeing 757-200 flogfar at byrja skjótast til ber.

 

Tín vangamynd

Tú ert motiverað/ur og sinnað/ur at vera við í uppstartinum av einari slóðbrótandi nýggjari vinnu í Føroyum. Tú trívist best við luft undir veingjunum, og tær dámar væl at arbeiða saman í einum lítlum toymi.

Tínar uppgávur

Saman við einum professionellum flogtoymi verður kjarnuuppgávan at flyta farm við okkara Boeing 757-200 úr Føroyum til altjóða marknaðin og umvegis Evropa á veg aftur heim til Føroya. Við trygdini í hásæti, høgum tænastustøði og góðum stundvísi, verður tú við til at tryggja nøgdsemi hjá okkara viðskiftafólki.

 

Vit bjóða

Vit bjóða tær eitt spennandi starv í eini slóðbrótandi fyritøku. Vit vilja menna føroyska flogfarmavinnu til frama fyri okkara laksaútflutning, umframt at geva farmafeløgum og innflytarum møguleika at flyta sínar vørur loftvegis til Føroya.

 

Umsøkjari til starvið skal hava:

Til B757 flogtýpuna krevst, at umsøkjari hevur 1.000 flogtímar, harav minimum 500 tímar eru á multi-engine aeroplane. Eisini krevst:

- Galdandi Commercial Pilot Licence (CPL) ella Multi-crew Pilot Licencse (MPL)

- General Flight Radiotelephone Operator Certificate (GEN

ICAO Language Proficiency við minst level 4 í enskum

- Rein revsiváttan

Typugóðkenning til Boeing 757 eins og royndir við flúgving til og úr Føroyum er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt. Áðrenn typuumskúlingina til Boeing 757 skulu útvaldir umsøkjarar standa eina upptøkuroynd umframt eina lógarkravda Psychological Assessment test.

 

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Arbeitt verður í vaktarskipan, har manningar flúgva eftir galdandi altjóða treytum um flogtíð og hvílitíð. FarCargo bjóðar útvaldum umsøkjara fast starv, treytað av at viðkomandi hevur staðið allar lógarkravdar royndir og stendur typuumskúlingina til Boeing 757.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Hanus Jacobsen, stjóra, á tel 235006, ella við t-brævi til hajc@bakkafrost.com

 

Umsókn

Søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri. Allar umsóknir verða viðgjørdar í størsta trúnaði.

 

Umsóknarfreist
Starvið verður sett skjótast gjørligt. Umsóknarfreistin er 24. oktober 2024.

 

Um FarCargo

FarCargo varð sett á stovn í 2021. Høvuðspartaeigari er Bakkafrost, umframt at Sp/f 25.05.2021 er partaeigari. Stjóri í felagnum er Hanus Jacobsen. Leiðandi flogskiparar eru Hans Meinhard á Høgabóli og Heðin Krett, og leiðandi teknikari er Andrew Djurhuus. Ábyrgdina fyri flogloyvum, flogoperatión v.m. hevur West Atlantic í Svøríki, sum FarCargo hevur samstarvsavtalu við.


Søk starvið

Aftur til listan