Starvslýsing stovnað
08-10-2024
Umsóknarfreist
10-11-2024

KT verkætlanarleiðari

Kundi tú hugsað tær, at sett tín dám á eina KT skipan, sum verður ein hornasteinur í Bakkafrost samtakinum? Vit søkja eftir einum dugnaligum og royndum KT verkætlanarleiðara til at menna og íverkseta eina nýggja KT skipan í Bakkafrost samtakinum.

 

Um starvið

Bakkafrost hevur stór lívfrøðilig virðir á landi og sjógvi. Tískil er tað avgerandi, at hava tær bestu og mest hóskandi KT skipanirnar fyri at tryggja umsiting og umsjón við fiskinum.

Sum KT verkætlanarleiðari fært tú høvuðsábyrgd fyri at kravfesta eina nýggja KT skipan í tøttum samstarvi við fleiri lyklapersónar í Bakkafrost samtakinum. Tú kemur eisini at standa á odda fyri menning og íverksetan av skipanini og víðarimenning av skipanini, so skipanin áhaldandi verður lagað til tørvin hjá Bakkafrost í Føroyum og Skotlandi.

KT verkætlanarleiðarin verður partur av fíggjardeildini og vísir til fíggjarstjóran, men skal eisini samstarva við KT deildina og aðrar serfrøðingar í Bakkafrost samtakinum í Føroyum og Skotlandi. Tá skipanin er sett í verk, fær KT verkætlanarleiðarin ábyrgd av at víðarimenna skipanina og menna rapportir úr skipanini. Hetta verður gjørt í datavøruhúsinum og PowerBI skipanini hjá Bakkafrost saman við rapporteringstoyminum á fíggjardeildini.   

 

Uppgávur

Uppgávurnar í starvinum fevna í høvðusheitum um, at kravfesta eina nýggja KT skipan, stýra menningini av skipanini, og standa á odda fyri víðarimenning, herundir:

·               Kravfesting í mun til viðkomandi áhugabólkar, brúkarar og serfrøðingar í samtakinum í Føroyum og Skotlandi

·               Greina og betra um arbeiðshættir í mun til verandi skipan við íkasti frá kjarnubrúkarum av skipanini

·               Greina møgulig markamót/integratiónir til verðandi skipanir í samtakinum

·               Gera tilmæli um menningararbeiðið skal bjóðast út ella gerast innanhýsis, herundir um neyðugt gera útbjóðingartilfar í samstarvi við løgfrøðingar

·               Stýra, góðskutryggja og luttaka í menningararbeiðnum av skipanini, ið annaðhvørt verður gjørt innanhýsis ella uttanhýsis

·               Tryggja at skipanin verður samantvinnað við verðandi skipanir, so sum dátavøruhús og PowerBI

·               Víðarimenna skipanina umframt rapportering, við støði í datavøruhúsi og PowerBI.

 

Tín vangamynd

Vit ímynda okkum, at rætti umsøkjarin til starvið hevur:

·               KT útbúgving á master- ella kandidatstøði

·               Hollar royndir við tøknifrøðiligari KT verkætlanarleiðslu, kravfesting, góðskutrygging (test)

·               Royndir við at gera útbjóðingartilfar og stýring av KT veitingum (leverandørstýring)

·               Hollan kunnleika til informatiónsarkitektur, forritan, rapportering og BI

·               Er samstarvshugað/ur og trívist í einum leikluti, har ein skal menna eina KT skipan í samstarvi við innan- og uttanhýsis serfrøðingar umframt starvsfólk í samtakinum

·               Føroyskan og enskan málkunnleika 

·               Góðar analytiskar førleikar og arbeiðir skipað

 

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri. 

Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Høgna Dahl Jakobsen, fíggjarstjóra á tlf. 23 50 60, ella senda teldupost til hodj@bakkafrost.com 

Umsóknarfreistin er tann 10. novembur 2024.

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.648 starvsfólk (ársverk).

 


Søk starvið

Aftur til listan