Starvslýsing stovnað
30-09-2024
Umsóknarfreist
16-10-2024

Fulltikin dekkari til "Bakkafoss"

Fulltikin dekkari til “Bakkafoss”

Vit søkja eftir einum fulltiknum dekkara til “Bakkafoss”, sum er tað nýggjasta av okkara tænastuskipum. Tænastuskipini hava ymiskar uppgávur, t.d. at sigla við smolti og tøkufiski, vaska nótir, avlúsa, umframt at veita aðrar tænastur til alibrúkini í Føroyum og Skotlandi.

 

Førleikakrøv

·         Vinnubræv STCW II/5 sum fulltikin dekkari

·         Skeið í eldsløkking STCW A-VI/1-2

·         Trygdarskeið

·         Heilsuprógv

 

Vangamynd

Tú ert ábyrgdarfull/ur og vísir ein positivan hugburð til uppgávurnar. Eisini ert tú væl skipað/ur og ikki bangin fyri at taka fatt. Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur nakað av kunnleika til aling og ert áhugaður í at arbeiða við djórum og djóravælferð.

 

Løn og setanartreytir

Arbeitt verður í tørnskipan 1:1, og útmynstringartíðarskeiðið er 3 vikur. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi felags sáttmála millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Sjómannadeild FF's.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarleiðara, á tel 23 50 50, ella við t-brævi til svkj@bakkafrost.com.

 

Umsókn

Søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri.

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 16. oktober 2024, men umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, sum tær koma inn. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.778 starvsfólk (ársverk)

www.bakkafrost.com


Søk starvið

Aftur til listan