Dámar tær at arbeiða við stýringum, tekniskum útbúnaði og øðrum maskinuppgávum? So ert tú kanska tann, sum vit leita eftir til maskintoymið á smoltstøðini á Norðtoftum.
Arbeiðsøki
Sum maskinfólk er tín uppgáva at tryggja rakstur av tekniskari útgerð. Hetta er ein týðandi liður í at tryggja djóravælferðina hjá fiskinum, soleiðis at vit kunnu ala fyrstafloks laksasmolt.
Arbeiðið inniber m.a. hesar uppgávur:
Tú kemur at arbeiða í vaktarskipan, har tú arbeiðir tvær vikur frá kl. 8-16 gerandisdagar. Síðani er ein vaktarvika við tilkalli eftir vanliga arbeiðstíð. Verður tú tilkallað/ur, skalt tú kunna koma á støðina innan 20 min. Aftaná eina vaktarviku hevur tú eina fríviku.
Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú ert útbúgvin maskinmeistari, eletrikari, smiðjur ella maskinistur. Tú ert ágrýtin og trívist við at hava sjálvstøðuga ábyrgd. Tú hevur royndir innan vanligt maskinarbeiði, so sum eftirlit, viðlíkahald og umvæling. Royndir innan smoltframleiðslu er ikki eitt krav, tí vit hava tríggjar royndar og dugnaligar maskinmeistarar, sum fara at læra teg upp. Koyrikort til persónbil er eitt krav.
Vit bjóða
Starvið sum maskinfólk er eitt mennandi og fakliga avbjóðandi starv í einum dynamiskum umhvørvi. Vit leggja stóran dent á at hava eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi og bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meira at vita?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heina Gregersen, formann, á tel. 23 50 96, ella Per Súna Poulsen, leiðandi maskinmeistara, á tel. 23 56 84.
Umsókn
Starvið verður sett tann 1. oktobur. Tú kanst søkja starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Umsóknarfreistin er sunnukvøldið tann 15. september.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.648 starvsfólk (ársverk).