Starvslýsing stovnað
09-05-2024
Umsóknarfreist
02-06-2024

Fiskarøktari til smoltstøðina á Viðareiði

Vit søkja eftir fiskarøktara til smoltstøðina á Viðareiði, sum kemur at hava ábyrgd av at røkta rognini og tann minsta fiskinum á smoltstøðini.

Høvuðsuppgávan hjá fiskarøktaranum er at fóðra fiskin og halda kørini og hallirnar reinar, soleiðis at fiskurin hevur tær bestu umstøðurnar at veksa í.

 

Uppgávur

Tær dagligu uppgávurnar eru:

- At fóðra fiskin og eygleiða, hvussu fiskurin trívist

- At halda kør, útgerð og arbeiðsumhvørvi reint og ruddiligt

- At taka vatnprøvar og stýra vatngóðsku

- At fylgja lógarkrøvum og innanhýsis mannagongdum til frama fyri fiskaheilsu og djóravælferð

- At hjálpa til við koppseting

 

Fiskarøktarin vísir til formannin á smoltstøðini. Arbeiðstíðin er uml. 40 tímar um vikuna. Løn er sambært alarasáttmálanum.

 

Tín vangamynd

Fyri at trívast í starvinum er tað umráðandi, at tú ert røkin, trívist við ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt. Harumframt eru myndugleikakrøv og intern krøv, sum skulu yvirhaldast, og tí er tað týdningarmikið, at tú setir teg inn í galdandi mannagongdir og fylgir teimum. Tú fært dugnaligar starvsfelagar, sum fegnir veita ráðgeving og hjálpa tær, um tað eru ivamál. 

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er sunnukvøldið tann 2. juni 2024, og tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

 

Meir at vita

Um tú vilt vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Sigurð Jacobsen, formann á tel. 23 50 88 ella á t-posti sija@bakkafrost.com.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.778 starvsfólk (ársverk)

www.bakkafrost.com


Søk starvið

Aftur til listan