Vilt tú vera við til at tryggja og kanna at fiskur, fóður og framleiðsla á Havsbrún lúka innanhýsis og uttanhýsis altjóða krøv og góðkenningar?
Vit hava eitt leyst barnsburðarfarloyvisstarv á kanningarstovuni á Havsbrún. Havsbrún hevur egna kanningarstovu, og er eitt nútímans og altjóða viðurkent virkið, ið framleiðir fiskamjøl, lýsi og alifóður.
Starvið
Sum laborantur skalt tú saman við góðskutoyminum tryggja, at kanningar av framleiðsluni hjá Havsbrún verða framdar sambært okkara mannagongdum. Havsbrún førir strangt eftirlit við góðskuni á rávørum og lidnum vørum, bæði sum vit framleiða og av keyptari vøru. Sum laborantur á kanningarstovuni kemur tú at vera ein týdningarmikil liður í góðskingararbeiðnum á Havsbrún. Uppgávurnar í starvinum fevna m.a. um:
- Kemiskar kanningar av millum annað fiski, fiskamjøli og fóðri
- Sýnistøku og fyrireiking av sýnum til kanningar
- Viðlíkahald av starvsstovutólum
- Arbeiði við ymiskum telduforritum
- Aðrar uppgávur
Tú hevur tilvísing til góðskuleiðaran á Havsbrún og ert partur av góðskutoyminum. Trý fólk úr góðskutoyminum starvast fast á kanningarstovuni. Tað er eitt av teimum, sum tú kemur at avloysa. Góðskutoymið á Havsbrún er partur av góðskudeildini í Bakkafrost samtakinum, sum hevur ábyrgd av matvørutrygd, matvørugóðsku, fiskaheilsu, djóravælferð og umhvørvi. Deildin er samansett av einum sterkum fakligum toymi við matvøruverkfrøðingum, lívfrøðingum, djóralæknum, fiskaheilsulívfrøðingum o.ø..
Tín vangamynd
Tú ert útbúgvin laborantur, laboratoriuteknikari, bioanalytikari ella tilsvarandi. Sum persónur hevur tú góð samstarvsevni, tekur ábyrgd og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur góð samskiftisevni og ert opin fyri at menna tínar førleikar.
Vit bjóða
Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum og skipaðum arbeiðsviðurskiftum, góðar starvsfólkatryggingar og eina góða kantinu.
Løn og setanartreytir
Talan er um eitt tíðaravmarkað starv fyri ein av okkara laborantum, sum fer í barnsburðarfarloyvi. Starvið verður sett 1. februar 2024.
Løn er sambært avtalu.
Meir at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Gudny Vang, góðskuleiðara á Havsbrún, á tlf. 23 52 48.
Umsókn
Umsóknarfreistin er 3. decembur 2023.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin ”Søk starvið” niðanfyri.