Starvslýsing


Byrjunardagf.
02-12-2019
Endadagf.
19-12-2019

BAKKAFROST søkir eftir djóralækna/fiskaheilsulívfrøðingi

Ert tú útbúgvin djóralækni ella fiskaheilsulívfrøðingur? Hevur tú hug at royna teg í einum dynamiskum arbeiðsumhvørvi við breiðum samstarvi á høgum fakligum støði? So er eitt spennandi starv leyst at søkja hjá Bakkafrost.

Sum djóralækni/fiskaheilsulívfrøðingur verður tú partur av okkara lívfrøðiliga toymi og kemur at hava ábyrgd fyri at fylgja heilsustøðuni hjá okkara laksi, fyribyrgja sjúku og áhaldandi menna viðurskiftini viðvíkjandi fiskaheilsu og -vælferð.

Uppgávur

Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar og fevna millum annað um:

  • at fremja heilsueftirlit á aliøkjum og flutningsførum

  • at tryggja og hava eftirlit við djóravælferð og trivnaði

  • at arbeiða við smittufyribyrging og at menna mannagongdir viðvíkjandi fyribyrging og basan av lús

  • at fremja reinføriseftirlit á brunnbátum og arbeiðsbátum

  • at menna tilbúgvingarætlanir fyri hvørt aliøki og samtakið sum heild

Harumframt fert tú at luttaka í menning og verkætlanum innan fiskaheilsu og vælferð.

Sum djóralækni/fiskaheilsulívfrøðingur verður tú nógv úti á okkara økjum og kemur at hava skrivstovu á  Góðskudeildini á høvuðsskrivstovuni á Glyvrum.
Tú kemur at vísa beinleiðis til deildarleiðaran á Góðskudeildini.

Tín vangamynd

Tú ert útbúgvin djóralækni ella fiskaheilsulívfrøðingur. Tað er ein fyrimunur, um tú ert løggild/ur. Tú hevur áhuga í at arbeiða við aling og brennur fyri at tryggja eina sunna og burðardygga framleiðslu í eini fyritøku í heimsflokki.

Sum persónur ert tú:

  • Sjálvstøðug/ur

  • Dámlig/ur

  • Áhaldandi

  • Neyv/ur

Tað er eitt krav, at tú hevur koyrikort.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.

Vit bjóða

Á Góðskudeildini hava vit sum aðalmál at tryggja heilsuna hjá okkara laksi og fyribyrgja sjúku. Tú kemur at starvast í einum dynamiskum umhvørvi við breiðum samstarvi á høgum fakligum støði. Vit leggja dent á trivnaðin hjá starvsfólki okkara og at hava eitt gott og trygt arbeiðsumhvørvi bæði likamliga og sálarliga.

Løn og setanartreytir
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Annu Johansen, deildarleiðara, á tel. 23 50 20 ella við telduposti til
anjo@bakkafrost.com.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á "Søk starvið".

Umsóknarfreist
Starvið verður sett sum skjótast. Umsóknarfreistin er 19. desember 2019.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. 

www.bakkafrost.com


Søk starvið

Aftur til listan