Starvslýsing stovnað
05-09-2023
Umsóknarfreist
01-10-2023

Fiskarøktarar til smoltstøðina á Norðtoftum

Visti tú, at útbyggingarnar á smoltstøðini á Norðtoftum eru lidnar, og at rúmdin á smoltstøðini er vaksin frá 5.500 m3 til 18.000 m3? Við nýggja kapasitetinum skulu vit at økja um mongdina og støddina á smolti, og tí søkja vit eftir fiskarøktarum, sum hava áhuga fyri fiskavælferð og ynskja at gerast ein partur av okkara toymi.

Arbeiðsøki 

Sum fiskarøktari eru høvuðsuppgávurnar hesar:

·        at røkta fiskin

·        at brúka ymiska tekniska útgerð

·        at stýra vatngóðsku

·        at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Talan er um fulltíðarstarv, sum er 40 tímar um vikuna. Arbeitt verður gerandisdagar frá kl. 8.00 - 16.00. Vit hava eina vaktarskipan og aftaná tíð við upplæring, kann tað gerast møguligt at blíva partur av vaktarskipanini.

Tín vangamynd 

Sum persónur er tú ágrýtin, álítandi, tekur við ábyrgd og trívist við at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar, áhuga í at arbeiða við djórum og telduførleikar á brúkarastøði. Royndir innan aling er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, tí tú fært góða upplæring frá okkum.

Løn og setanartreytir

Lønin er sambært alarasáttmálanum.

Meira at vita 

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heina Gregersen, formann, á tel. 23 50 96 ella við t-brævi til hegr@bakkafrost.com

Umsókn 

Tú søkir starvið við at trýsta á “Søk starvið” á leinkjuni niðanfyri.  

Umsóknarfreistin er sunnukvøldið 1. oktober 2023. 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um okkum

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, lívfiski, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu og flutning. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoynni, Sandoynni og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki í Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.778 starvsfólk (ársverk).

www.bakkafrost.com


Søk starvið

Aftur til listan