Starvslýsing stovnað
09-01-2023
Umsóknarfreist
15-03-2023

Kom í læru sum alari

Hevur tú áhuga fyri fiskarøkt og djóravælferð? So er ein yrkisleið innan aling kanska nakað fyri teg. Vit søkja eftir alilærlingum. Í lærutíðini fert tú at fáa verkligar førleikar og ástøðiliga vitan innan aling.

At arbeiða sum alari er eitt spennandi starv. Á smoltstøðunum røkta smoltalarar fiskin frá rogn og yngul til smolt. Tá fiskurin er klárur at seta á sjógv, taka sjógvalarar yvir og røkta fiskin, meðan hann veksur seg stóran og verður klárur til tøku. 

 

Skúli

Tá tú ert í læru sum alari, fert tú á skúlaskeið á Miðnámi í Vestmanna í fýra umførum. Á skúlanum fært tú ástøðiliga undirvísing í m.a. lívfrøði, føðslu, fóðring, djóravælferð, fiskaheilsu, smittufyribyrgingr, fiskasjúkum, trygd, umhvørvi og mongum øðrum evnum.

Tú kanst lesa meira um útbúgvingina her

Samlaða lærutíðin er fýra ár. Býtið millum skúla og lærupláss er 2½ ár á læruplássi og 1½ ár á skúla. Í lærutíðini kemur tú at hoyra til eitt aliøki, har tú fert at vera tað mesta av tíðini, men tú fert eisini at flyta ímillum økir, tí tú skalt læra bæði um smoltaling og sjógvaling.

 

Upptøkukrøv

Fyri at verða upptikin krevst, at tú hevur 9. floksprógv.

 

Løn

Lønin er samb. §35 um lærlinga- og yrkislønir í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 15. mars 2023.

Skúlaskeiðið byrjar í heyst, men lærlingurin kann byrja í læru í tíðarskeiðnum 1. juni til 1. august 2023. 

 

Staðseting

Vit hava lærupláss á aliøkjum kring landið og miða eftir at finna lærupláss nærhendis bústaði hjá umsøkjara, í tann mun tað letur seg gera.

 

Meir at vita

Um tú vilt hava meira at vita, kanst tú seta teg í samband við Honnu Nónstein, HR Ráðgeva á tel. 40 51 16 ella skriva til hano@bakkafrost.com

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.644 starvsfólk (ársverk).


Søk starvið

Aftur til listan