Starvslýsing stovnað
22-11-2022
Umsóknarfreist
14-12-2022

Maskinsmiður til Havsbrún

Vit søkja eftir maskinsmiði til smiðjutoymið á Havsbrún at byrja sum skjótast.  

Sum smiður hjá Havsbrún fært tú eitt spennandi starv á einum góðum arbeiðsplássi.

Arbeiðsøki

Tað eru 8 mans á smiðjutoyminum á Havsbrún, og tú kemur at vera ein partur av hesum. Smiðjutoymið tekur sær av viðlíkahald og umvælingum av framleiðslukervinum á Havsbrún, umframt í ávísan mun nýgerð og broytingum av framleiðslukervinum.  

Tín vangamynd

Vit søkja eftir maskinsmiði við viðkomandi tekniskari útbúgving.

Sum persónur hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar og góð samstarvsevni. Vit leggja stóran dent á gott samstarv, tí í gerandisdegnum kemur tú at samstarva við starvsfólk í ymiskum deildum.

Vit bjóða

Sum starvsfólk hjá Havsbrún fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu millum annað bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála.

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Torleif Justinussen, smiðjumeistara, á tlf. 21 36 31.

Umsókn

Umsóknarfreistin er 14. Decembur 2022.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin ”Søk starvið” niðanfyri.

 

Um Havsbrún

Havsbrún er partur av Bakkafrost samtakinum. Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.644 starvsfólk (ársverk).


Søk starvið

Aftur til listan