Starvslýsing stovnað
20-11-2022
Umsóknarfreist
11-12-2022

Elektrikari til tekniska toymið í sjógvaling

Vit søkja eftir elektrikara til at arbeiða í tekniska toyminum í sjógvalingini. Tekniska toymið er mannað av sjey maskinfólkum, sum hava tænastueftirlit við maskinum og tekniskum útbúnaði á aliøkjum hjá Bakkafrost. Tekniska toymið hevur staðseting í Kollafirði og koyrir út til aliøkir í vestur og norður økinum. 

 

Tín vangamynd

Tú ert elektrikari, hevur góð samstarvsevnir og trívist í einum umhvørvi, har tú arbeiðir sjálvstøðugt og skiftir millum ymisk aliøkir. Tað er eitt krav, at tú hevur koyrikort til persónbil.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at verða ábyrgdarfull/ur, vísa virðing, verða íðin, effektiv/ur og framsøkin.

 

Tínar uppgávur

Tú fert fyrst og fremst at hava ábyrgd av at loysa el-uppgávur umborð á tvíkiljum, fóðurflakum og á landstøðum, men tú skalt eisini kunna loysa aðrar smiðuuppgávur. Harumframt fert tú at røkja ymiskar eftirlits-, og umvælingaruppgávur. 

 

Vit bjóða

Eitt spennandi og fleksibult starv í eini fyritøku í støðugari menning. Tú fært góðar starvsfelagar í toyminum og úti á aliøkjunum. Vit leggja dent á eitt gott arbeiðsumhvørvi og bjóða góðar starvsfólkatryggingar. 

 

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu

 

Meir at vita

Vilt tú hava meir at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Finn Hera Johannesen, tekniska leiðara á tel. 23 50 65 ella vit t-brævi til fijo@bakkafrost.com 

 

Umsókn

Tú søkir starvið umvegis leinkjuna niðanfyri. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 11. desember 2022

 

 

Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.644 starvsfólk (ársverk).

 


Søk starvið

Aftur til listan