Starvslýsing stovnað
19-09-2022
Umsóknarfreist
04-10-2022

Góðskutryggjari til matvøruframleiðslu

Góðskutryggjari til matvøruframleiðslu

Vit søkja eftir einum góðskutryggjara at arbeiða við matvørutrygd og matvørugóðsku.

 

Starvið

Sum góðskutryggjari verður tín uppgáva, at tryggja innaneftirlitsskipanina á Bakkafrost Processing, sum umfatar Kryvjivirkið, Portiónsvirkið, Roykivirkið og Kassavirkið á Glyvrum og Kryvjivirkið í Vági. Somuleiðis skalt tú eisini samskipa uppgávur hjá eftirlitsfólkum, sum samla dátu og taka royndir í framleiðsluni.  

Uppgávurnar fevna m.a. um

·         at tryggja, at góðskuskipanir virka eftir ætlan og hava eftirlit við, at data verða skrásett og kanningar verða framdar eftir ásetingum

·         at seta upp mannagongdir í talgildar góðskuskipanir

·         at samla, greina og viðgera dátu og skrásetingar og framleiða rapportir og gera trendanalysur

·         at fáa til vega og miðla upplýsingar í samb. við skoðanir

·         aðrar tvørfakligar uppgávur so sum innanhýsis skoðanir 

Tú verður partur av Góðskudeildini, sum arbeiðir við matvørutrygd, matvørugóðsku, fiskaheilsu, djóravælferð og umhvørvi. Deildin er samansett av einum sterkum fakligum toymi við matverkfrøðingum, lívfrøðingum, djóralæknum, fiskaheilsulívfrøðingum o.ø. Tú fert at vísa til Góðskuleiðaran, sum hevur ábyrgd av Bakkafrost Processing, men tú fert eisini at arbeiða í tøttum samstarvi við virkisleiðslu og eftirlitsfólk í Bakkafrost Processing.

Arbeiðsstaður er á Glyvrum.

 

Tín vangamynd

Vit ímynda okkum, at rætti umsøkjarin hevur hesar fakligu og persónligu eginleikarnar:

·         Tú hevur royndir innan innaneftirlit og matvørutrygd og kanst arbeiða eftir HACCP prinsippunum

·         Tú hevur KT førleikar til at arbeiða við talgildum góðskuskipanum og Officepakkanum

·         Tú hevur málførleikar til at samskifta á føroyskum, donskum og enskum

·         Tú fert eldhugað/ur til verka og leggur dent á gott samstarv, samstundis sum tú torir at skera ígjøgnum

·         Tú hevur viðkomandi útbúgving, sum matvøruverkfrøðingur, matvøruteknikari ella hevur fakligar førleikar, sum kunnu sammetast við hesar útbúgvingar

 

Meir at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhannu Feilberg, Góðskuleiðara á Bakkafrost Processing, á tel. 23 50 26 ella við t-posti til jofe@bakkafrost.com ella Annu Johansen, Deildarleiðara á Góðskudeildini, á tel. 23 50 20 ella við t-posti til anjo@bakkafrost.com

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 4. oktober 2022.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.644 starvsfólk (ársverk).


Søk starvið

Aftur til listan