Starvslýsing stovnað
19-09-2022
Umsóknarfreist
04-10-2022

Smiður til Havsbrún

Vit søkja eftir einum smiði til landingartoymið á Havsbrún.

Ert tú smiður, og kundi tú hugsa tær nýggjar avbjóðingar? So er tað møguliga tær vit leita eftir. Sum smiður á Havsbrún fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv við stórari ábyrgd á einum spennandi arbeiðsplássi.

Arbeiðsøki
Tú verður partur av einum toymi við trimum persónum. Tit hava ábyrgdina av landingarútgerðini og slógvskipanini á Havsbrún. Tú fert at arbeiða í vaktum á 12 tímum, tá landing er. Vaktirnar eru býttar soleiðis: eina viku dagvakt, eina viku náttarvakt og síðani eina viku, har tú møguliga arbeiðir frá kl. 8-16.

Háárstíðin fyri landing er fyrra hálvár tvs. januar til juni. Seinna hálvár er arbeiðstíðin aloftast frá kl.8-16.  

Tín vangamynd
Vit søkja eftir einum smiði við viðkomandi tekniskari útbúgving, til dømis maskinsmiði ella maskinmeistara. Tað er ein fyrimunur at hava góðan teldukunnleika og/ella viðkomandi royndir.

Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevni og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar og ert fleksibul. Harafturat vænta vit at tú tekur ábyrgd.

Vit bjóða
Sum starvsfólk á Havsbrún fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. 

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Frank Poulsen, framleiðsluleiðara, á tlf. 74 47 70, fhp@havsbrun.fo.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsókn
Umsóknarfreistin er 4. oktobur 2022.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin ”Søk Starvið” niðanfyri.


Um Bakkafrost samtakið

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.644 starvsfólk (ársverk).

 


Søk starvið

Aftur til listan