Starvslýsing stovnað
07-06-2022
Umsóknarfreist
29-06-2022

Sjógvalari til A63 Árnafjørð

Hevur tú áhuga fyri aling, og kundi tú hugsað tær at arbeitt sum sjógvalari í Árnafirði, so ert tú kanska tann, sum vit leita eftir.

 

Arbeiðsøki

Sum sjógvalari verða tínar høvuðsuppgávur

·         at røkta fiskin

·         at passa fóðring

·         at gera dagligar viðlíkahaldsuppgávur, bæði á alibrúkinum og á landstøðini

·         at vera við til útseting og tøku

·         at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

 

Tín vangamynd

Sum persónur er tú røsk/raskur og álítandi, tekur við ábyrgd og trívist við at arbeiða í einum toymi. Tú hevur áhuga í at arbeiða við djórum og telduførleikar á brúkarastøði. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav at hava royndir á sjónum og hesi skeiðini: trygdarskeið, trukkskeið og kranaskeið.

 

Vit bjóða

Starvið sum alari er eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv. Í løtuni gera vit klárt til ein nýggja árgang, og tú kemur at fylgja fiskinum frá útseting til tøku. Vit leggja dent á góða upplæring og gott arbeiðsumhvørvi. Vit bjóða eisini góðar starvsfólkatryggingar. 

 

Løn og setanartreytir

Løn er samsvarandi alarasáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Jan Sigurðsson, formann, t-post jasi@bakkafrost.com ella á tel. 23 56 58.

 

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 29. juni 2022.

Starvið verður sett eftir avtalu.

 

Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.644 starvsfólk (ársverk).

www.bakkafrost.com


Søk starvið

Aftur til listan