Starvslýsing


Byrjunardagf.
09-09-2019
Endadagf.
31-10-2019

Havsbrún søkir eftir framleiðslufólki til fóðurframleiðsluna

 

HAVSBRÚN SØKIR EFTIR FRAMLEIÐSLUFÓLKI TIL FÓÐURFRAMLEIÐSLUNA

Framleiðslan er í støðugari menning, og vit søkja ágrýtin framleiðslufólk til fóðurframleiðsluna at seta í starv sum skjótast.

Havsbrún er eitt nútímans og altjóða viðurkent virki við tveimum framleiðsludeildum – Mjøldeildin, ið framleiðir fiskamjøl og lýsi,  og Fóðurdeildin, ið framleiðir fóður til laks.  Tað miðvísa góðskingararbeiðið hjá Havsbrún hevur vunnið miklan frama uttanlands. Havsbrún er kent sum eitt framkomið virki og sera strong krøv verða sett til alla rávøru, eins og til vøruna, ið Havsbrún selur. Tú kanst lesa meira um Havsbrún her

Arbeiðsøki

Á Havsbrún eru 90 starvsfólk, harav 25 eru á Fóðurdeildini. Sum framleiðslufólk ert tú partur av einum nærløgdum framleiðslutoymi við drúgvum royndum.

Hjá framleiðslufólkinum er høvuðsarbeiðsuppgávan at passa mekanisku framleiðslugongdina undir vøruframleiðsluni. Umframt hetta skal eisini væntast arbeiði, sum er knýtt at viðlíkahaldi og reingerð av útgerð og virki, umframt annað fyrifallandi. Fóðurframleiðslan er í gongd alt samdøgrið, og arbeitt verður í skiftandi vaktum.

Tín vangamynd

Sum persónur ert tú væl skipað/skipaður, tekur við ábyrgd og hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Tú ert nærløgd/nærlagdur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar og virksemið á Havsbrún. Vit vænta at tú hevur grundleggjandi telduførleikar.

Vit bjóða

Sum framleiðslufólk hjá Havsbrún fært tú eitt spenanndi og støðugt starv í eini dynamiskari fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við framleiðsluleiðaran Mouritz L. Mohr, tlf. 225375, mlm@havsbrun.fo.  

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.   

Umsóknarfreistin er 31. oktober.  

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. 

Um Bakkafrost

Havsbrún er partur av Bakkafrost samtakinum, sum er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. 

www.bakkafrost.com

 


Søk starvið

Aftur til listan