Starvslýsing stovnað
07-06-2022
Umsóknarfreist
30-06-2022

Fiskarøktarar til Strond

Vit sóknast eftir fiskarøktarum til smoltstøðina á Strond

Vit søkja eftir fiskarøktarum til okkara nýmótans smoltstøð á Strond.

Sum fiskarøktari hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd.

Arbeiðsøki

Sum fiskarøktari verða tínar høvuðsuppgávur hesar:

- at røkta fiskin

- at brúka ymiska tekniska útgerð

- at stýra vatngóðskuni

- at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð 

Tú fert at hava tína dagligu gongd á nýgjørdu og snøggu smoltstøðini á Strond. Vanliga arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna frá kl. 8 til 16 gerandisdagar.

Tín vangamynd

Sum persónur ert tú ágrýtin og álítandi, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar. Tú hevur áhuga fyri at arbeiða við djórum, og tú hevur telduførleikar á brúkarastøði.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin. 

Løn og setanartreytir

Løn er sambært galdandi felags sáttmála hjá Klaksvíkar Arbeiðsmanna/kvinnufelag.

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rógva Jacobsen, formann, á tel. 23 57 23, teldupost roja@bakkafrost.com.

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á “Søk starvið” niðanfyri.

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 30. juni 2022. Størvini verða sett skjótast gjørligt.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.


Søk starvið

Aftur til listan