Starvslýsing stovnað
24-05-2022
Umsóknarfreist
29-06-2022

Roykimeistari til royki- og góðskingarvirkið á Glyvrum

Bakkafrost søkir eftir roykimeistara til royki- og góðskingarvirki á Glyvrum

Vilt tú vera við at menna nýggjar vørur úr okkara framúrskarandi laksi? Vit leita nú eftir nýggjum roykimeistara.

Bakkafrost hevur eitt royki- og góðskingarvirki á Glyvrum, sum góðskar okkara vøru til eina hágóðskuvøru. Sum roykimeistari fert tú at hava ein týðandi leiklut í menningini av vørum hjá Bakkafrost.

Arbeiðsøki
Starvið sum roykimeistari er sjálvstøðugt starv, og tú kemur í ein ávísan mun at mynda tað sjálv/ur. Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur.

·         Ábyrgd av framleiðsluni

·         Menna nýggjar hágóðskuvørur úr laksi

Tín vangamynd
Tú hevur útbúgving innan matvøruframleiðslu ella samsvarandi royndir. Vit vænta, at tú hevur kunnleika til at roykja matvøru. Tú er nýskapandi og hevur áræði til at menna nýggjar vørur.

Eisini hevur tú ein jaligan hugburð til uppgávur og vilja til at samstarva breitt við ymiskar starvsbólkar í Bakkafrost samtakinum.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin og framsøkin.

Vit bjóða
Eitt spennandi starv innan matvøruframleiðslu har tú sleppur at menna framleiðsluna av royktum laksi enn meira. Vit leggja stóran dent á at hava eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi og bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv við arbeiðsstaði á Glyvrum. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meir at vita?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kára E. Jacobsen, tel. 23 50 11, t-post kaja@bakkafrost.com

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin ”Søk starvið” niðanfyri.

Umsóknarfreist er mikudagin 29. juni.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost 

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.644 starvsfólk (ársverk).

www.bakkafrost.com

 

 


Søk starvið

Aftur til listan