Vilt tú verða ein týðandi partur av einum nýhugsandi burðardyggum virki ?
Nú fært tú møguleika at verða við til at reka Føroya einasta biogassverk.
Tú kemur at arbeiða í eini fyritøku, sum framleiðir biogass – til gagns fyri vinnu, landbúnað, umhvørvi og orkuframleiðslu.
Tú kemur at verða ein týðandi liður í okkara toymi, sum tekur sær av dagliga rakstrinum av biogasverkinum
Starvið
Vit gleða okkum at fáa ein nýggjan starvsfelaga, sum er íðin eftir at gerast partur av hesum nýhugsandi virkinum.
Starvið fevnir um:
· Dagligan rakstur og eftirlit av verkinum
· Tekniskt viðlíkahalda og menning
· Umvæling av framleiðsluútgerð
· Royndir av biomassa og logføra úrslitini
· Vera við til at útføra verkætlanir fyri at dagføra og betra biogassverkið
· Fyrisitingarligar uppgávir og annað fyrifallandi arbeiði
· Harumframt kemur tú at luttaka í vaktarskipan við tilkallivakt, har tú 4. hvørja viku, við fjareftirliti, hevur ábygd av framleiðsluni á verkinum uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Arbeiðsstaðurin er á biogassverkinum á Hjalla í Hoyvík
Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving so sum maskinmeistari, mekanikari, smiðjur, elektrikari ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir.
Vit vænta, at tú:
· Ert nærløgd/nærlagdur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar og virksemið hjá FÖRKA
· Setur trygd í hásæti og ert punktlig/ur í mun til kravdar mannagongdir
· Hevur hug at seta teg inn í automatiska stýring og biogass framleiðslu
· Ert ágrýtin, handalig/ur og altíð klár/ur at taka eitt tak
· Dámar væl fjølbroyttar uppgávur, ert ábyrgdarfull/ur og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
· Hevur grundleggjandi telduførleikar, tí automatisk stýring, viðlíkahaldskipan (OPUS) og aðrar fyristingiarligar uppgávur fara fram á teldu
Vit bjóða
Sum maskinfólk hjá FÖRKA fært tú eitt áhugavert og mennandi starv við fjølbroyttum uppgávum og persónligum og fakligum avbjóðingum í einari framsøknari fyritøku í menning, har lívfrøðilig gerðing og teknikkur gongur upp í eina hægri eind.
Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.
Lønar og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Maskinmeistarafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Talan er um fulltíðarstarv.
Meir at vita?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Fróða Mortensen, rakstrarleiðara, á tel. +298 235140
Umsókn
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 1. juni 2022.
Um FÖRKA og Bakkafrost
FÖRKA er partur av Bakkafrost samtakinum. FÖRKA viðgerð lívfrøðiligt burturkast frá landbúnaði og smolt- og alistøðum kring landið til at framleiða grøna orku og burðarygg biotøð. Framleiðslan í 2021 var 7.500 MWh el og 7.900 MWh hiti. Harumframt 35.000 m³ biotøð.
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.