Starvslýsing stovnað
06-05-2022
Umsóknarfreist
01-06-2022

Teknikari við ábyrgd av flakalinjunum

Starvið

Tín fremsta uppgáva verður at tryggja, at úrtøkan er so høg sum møguligt. Umframt hetta kemur tú at hava ábygd av tøkniligum avbjóðingum og viðlíkahaldi av flakalinjunum til tess at tryggja, at flakalinjurnar á liðugtvøruvirkinum koyra optimalt og effektivt. Tú verður ein partur av Tekniska toyminum á Bakkafrost Processing og Bakkafrost Packaging.

Ítøkiliga er talan um fylgjandi høvuðsuppgávur:

·         Daglig stilling av flakalinjunum

·         Eftirlit og ábyrgd av úrtøku og ‘throughput’ av flakalinjunum

·         Dagligt viðlíkahald av av flakalinjunum

·         Ábyrgd fyri størri umvælingsarbeiðum av flakalinjunum

·         Aðrar uppgávur í samráð við tekniska leiðaran

Talan er um fast starv, og starvsstaðurin er á Glyvrum. Arbeitt verður á dagvakt, men skeivar tíðir kunnu væntast. Við starvinum fylgir eisini ein ábyrgd um at verða liðiligur og hjálpa til á øllum økjum á virkinum, tá tørvur er á hesum.

Tín vangamynd

Tú hevur viðkomandi tekniska útbúgving sum t.d. maskinsmiður, elektrikari ella líknandi.

Sum persónur ert tú væl skipaður og virkisfúsur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar, og tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.

Vit bjóða

Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar og eina frálíka kantinu.

 

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Maskinmeistarafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Talan er um eitt fulltíðarstarv.

Meira at vita

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Brian T. Højgaard, tekniskur leiðari, á tlf. 23 52 20 ella við telduposti til brho@bakkafrost.com.

Umsókn

Tú søkir starvið umvegis leinkjuna niðanfyri.

 

Umsóknarfreistin

Umsóknarfreistin er 01. juni 2022. Starvið verður sett, tá skikkaður umsøkjari er funnin.

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um Bakkafrost

 

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum í Føroyum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.


Søk starvið

Aftur til listan