Hevur tú áhuga fyri aling, og kundi tú hugsað tær eitt starv, har tú ert úti í føroysku náttúruni? So ert tú kanska tann, sum vit leita eftir til aliøkini í Sundalagnum. Aliøkini í Sundalagnum eru undir Síðu, Kolbeinagjógv og Nes. Landstøðin er staðsett í Kollafirði.
Arbeiðsøki
Sum alari eru høvuðsuppgávurnar
· at røkta fiskin
· at passa fóðring
· at gera dagligar viðlíkahaldsuppgávur, bæði á alibrúkinum og á landstøðini
· at vera við til útseting og tøku
· at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð
Tín vangamynd
Vit vænta, at tú trívist í einum umhvørvi, har tað altíð er nokk at gera og uppgávurnar eru fjølbroyttar. Sum persónur er tú sjálvstøðug/ur, tekur við ábyrgd og samstarvar væl í einum toymi. Tú hevur áhuga í at arbeiða við djórum og hevur telduførleikar á brúkarastøði. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav at hava royndir á sjónum og hesi skeiðini: trygdarskeið, trukkskeið og kranaskeið.
Vit bjóða
Eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og bjóða eisini góðar starvsfólkatryggingar.
Løn og setanartreytir
Løn er samsvarandi alarasáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Hendrik í Køk, formann, t-post hejo@bakkafrost.com ella á tel. 23 52 95.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 31. mai 2022.
Starvið verður sett eftir avtalu.
Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.