Starvslýsing


Byrjunardagf.
28-08-2019
Endadagf.
16-09-2019

Starvsfólk til aling í Eysturoy

BAKKAFROST søkir

Starvsfólk til aling í Eysturoy

Vegna økt virksemi søkja vit eftir alarum til aling á sjónum í Fuglafirði, Gøtu og Funningsfirði. 

 

Arbeiðsøki

Sum alari verða tínar høvuðsuppgávur

  • at røkta fiskin
  • at passa fóðring
  • at gera dagligar viðlíkahaldsuppgávur, bæði á alibrúkinum og á landstøðini
  • at vera við til útseting og tøku
  • at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Sum alari vísir tú til formannin á alibrúkinum.  

 

Tín vangamynd

Sum persónur er tú røsk/raskur og álítandi, tekur við ábyrgd og megnar at arbeiða í einum toymi. Tú hevur áhuga í at arbeiða við djórum, og tú hevur telduførleikar á brúkarastøði. Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir á sjónum og um tú hevur hesi skeiðini: trygdarskeið, trukkskeið og kranaskeið.  

 

Vit bjóða

Sum alari hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

 

Løn og setanartreytir

Løn er samsvarandi galdandi sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Oddvald S. Olsen, alileiðara, á tel. 23 51 49.

 

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

Umsóknarfreistin er 16. september 2019.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

 

www.bakkafrost.com

 


Søk starvið

Aftur til listan